Væl nøgdir við missiónsvikuna á netinum

-Tá koronan kom, og vit ikki kundu savnast, fingu vit skjótt hugskotið at stroyma møtini úr Meinigheitshúsinum Saron í Sandavági. Tað hava vit so gjørt, og eg haldi, tað hevur riggaðvæl og serliga, tá vit hugsa um útgerðina, vit stroyma við.-
Tað sigur Gunnar K. Nattestad, formaður, í Saron.

-Vit hava eina sera einfalda útgerð, sum er ein poddur, ein hátalari og ljóðið verður sent út á Facebook gjøgnum eitt fartelefonsamband. Góðskan er kanska ikki í topp, men tað riggar, og ljóðið hoyrist væl, og tað er tað, sum hevur størsta týdning,- sigur hann.

-Eg havi eina góða kenslu av, at hóast umstøðurnar, sum koronan hevur givið, so hava vit kortini fingið gleðiboðskapin út til ein part av bygdafólkinum. Fleiri bygdafólk lurtaðu beinleiðis, og mong hava lurtað aftaná, so tað er deiligt. Samstundis hava fólk aðrastaðni frá eisini lurtað og viðmerkt sína gleði yvir møguleikan at lurta á netinum, ja, eisini fólk,sum búgva uttanlanda,- sigur Gunnar.

-Ja, útgerðin er einføld, men riggar. Sum sagt, so tekur ein poddur myndir og ljóð upp, samstundis sum vit hava mikrofonir í rúminum, sum taka felagssangin upp frá teimum fáu, sum sita í rúminum. Ljóðið fer síðani frá miksipultinum til hátalaran (monotorin), sum hongur undir poddinum, so ljóðið til poddin verður betri og sterkari, áðrenn tað fer út á netið,-
Tað sigur Fróði Hansen, sum hevur tað tekniska um hendi.

LES EISINI  Missiónsvika í Hósvík

-Vit hyggja eftir betri og einfaldari útgerð, tí vit ynskja, at teyevangeliserandi tiltøkini í Saron eisini framyvir skulu stroymast. Umráðandi er, at vit hava eina útgerð, sum riggar,og sum vit megna at nýta. Hetta er ein góður møguleiki, við einfaldari útgerð at fáa gleðiboðskapin út á netið við, eisini hjá øðrum Guds húsum,- sigur Fróði Hansen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina