Væleydna endagudstænasta hjá Podas
Endagudstænasta og diplomhandan var í Argja kirkju 2. mai 2023.
Fleiri enn 60 næmingar og floksleiðarar vóru við til gudstænastunai sum byrjaði kl. 18.00.
Bergur Debes Joensen, formaður og skúlaleiðari, leiddi gudstænastuna (liturgur) og Ásbjørn Jacobsen prædikaði.
Eisini var altargangur og forbønartænasta, har tey sum ynsktu tað, kundu koma fram til altarið og so varð biði fyri teimum.
Onnur kundu skriva ein bøn sum so verður latin stýrislimunum í PODAS at biðja fyri.
Mong nýttu eisini møguleikan at tendra eitt ljós.
Bergur Debes Joensen handaði næmingunum eitt diplom og floksleiðararnir fingu eisini eitt vakurt blómutyssi, sum tøkk fyri trúfesti og gott arbeiði hetta skúlaárið 2022-2023.
Teir flestu floksleiðararnir høvdu onkra uppgávu undir gudstænastuni sum t.d. inngangs- og útgangsbøn, fótatvátt, forbønartænastu o.a.
Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til ein góðan døgurða á sama stað.
Myndir frá gudstænastuni síggjast her
Kelda:podas.fo