Væleydnað bilmøti í Nesvík

Leygarkvøldið var bilmøti á parkerinigsøkinum uttanfyri leguhúsið í Nesvík. Ólavur Jacobsen, ið er trúboðari hjá Heimamissiónini, sigur, at tað var góð uppmøting til bilmøti gjárkvøldið.

– Tađ var góð uppmøting. Vit hava haft nógv útimøtir síðani juni mánað í ár. Vanligt hevur verið, at vit hava deilt sangheftir og traktatir út til fólkið, men í kvøld hava vit sungið nógv kór, sum flest øll kenna og kunnu syngja við til. Eisini hava vit eisini haft fríðan vitnisburð um Jesus Kristus, sigur Ólavur.

Fyri at tryggja at øll timæli um frástøðu vórðu hildin, so varð tiltakið lýst sum eitt bilmøti, og ikki eitt vanligt útmøti, sum tað annars hevur verið fyrr í ár.

– Hetta er fyrsta sokallaða bilmøti, ið vit hava haft. Ikki tí, tað sita eisini fólk í bilum til vanlig útimøtir, men vit vildu lýsa við navninum “Bilmøti”, sum gevur góða meining í hesi tíð tá tað er týdningarmikið at halda frástøðu. Góðir parkeringavaktir vóru til at stýra bilunum greiður trúboðarin frá, ið sjálvur leiddi møtið.

LES EISINI  90 bilar til Drive-in Church í Leirvík

Umframt Ólav sjálvan, so luttóku fleiri onnur eisini við vitnisburði og sangi. Magni Christiansen sang og hevði ein vitnisburð. Tað sama gjørdi Sonja Dávadóttir. Rúni Johansen hevði eisini ein vitnisburð.

– Til møtið í kvøld, valdu vit at hava fastar vitnisburðar, har tey sum vitnaðu brúktu egna mikrofon. Klárur og týðiligur varð boðskapurin hoyrdur við Fróða Hammer aftanfyri knøttanar, sigur Ólavur Jacobsen og leggur at afturat, at endamálið við útimøtinum, er at boða gleðiboðskapin um frelsuna.

Jóh 3:16 Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina