Væleydnað integratións-gudstænsta

Mikukvøldið 13.juli varð altjóða gudstænasta við Marjun Lómaklett hildin í kirkjuni í Gøtu.

Gudstænasta
Tað gjørdist ein sera hugnalig løta, har integratiónspresturin byrjaði við at bjóða komnu gestunum vælkomnum, áðrenn hon helt fram. Prentað varð eitt sangark við enskum og føroyskum sangum. Prædikan varð fyrst hildin á enskum og síðani á føroyskum máli, har Marjun greiddi frá einari søgu um amerikanska evangelistin Dwight Moody, sum tá hann hevði hoyrt gleðiboðskapin um Jesus boðaðan, alspentur fór út á gøtuna við spurninginum , “Hvat er náði”.

Sangkórið Silvitni framførdi eisini 3 vøkur løg.

Hugnaløta við nátturða
Kvøldið endaði við eini hugnaligari samveru í kirkju-kjallaranum við spennandi og vælsmakkandi nátturða framleiddur við støði í etiopiskum matsiði og við kendum sum ókendum eksotiskum blendi av kryddi, urtum og grønmeti. Høvið varð at koma í prát við kend sum fremmand og mong nýttu eisini møguleikan at fáa nýggjar relatiónir og áhugin at koma í prát við fólk var týðiligur hetta kvøldið.
Mong nýggj sambond vórðu knýtt, sum júst var málið við hesum tiltaki.

Nevnd vóru tøl uppá 80 – 100 fólk, ið høvdu leitað sær ein túr til Gøtu Kirkju hetta vakra summarkvøldið. Gestirnir vóru bæði lokalir føroyingar og útisetar, ið eru heima um hetta mundið og so sjálvandi eisini tilflytarar úr mongum ymiskum londum.

Alt í alt, eitt sera hugnaligt og væleydnað kvøld!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina