Væleydnaði heystmøtir
Um vikuskifti hava heystmøtir verið í Meinigheitshúsinum í Havn. Jóannis Fonsdal var komin úr Danmark at hava møtini.
Møtini byrjaðu fríggjakvøldið og hildu á fram leygarmorgunin. Fyrst við morgunmati, bønarløtu og fyrilestri. Leygarkvøldið var so aftur møtið. Sunnukvøldið var tað seinasta møtið. Evnið fyri møtini hevur verið “vón til býin”. Orsøkin til evnið er hugsjónin hjá Meinigheitshúsinum, um at vit bera vón til býin.
Leiðslan hevði kallað Jóannis Fonsdal, sóknarprest í Emdrup, Keypmanna til at boða. Jóannis hevur eisini verið prestur í Havnar kirkju fyri gott 15 árum síðani.
Jóannis hevði fyrireikað seg væl, og hann bjóðaði meinigheitini av, uppmuntraði og kom eisini við fleiri hugskotum, hvussu meinigheitin kann vera salt og ljós í býnum, skrivar heimasíðan hjá Meinigheitshúsinum – meinigheit.fo.