Væleydnaður arbeiðsdagur í Nesvík

Síðsta leygardag var arbeiðsdagur í Nesvík og heilt fitt av fólki høvdu valt at nýta henda dagin til at taka tøk saman og geva leguhúsinum eina tiltrongda andlitslyfting, og hampa um á ymsan hátt, so húsið kundi verða klárt til summarlegurnar byrja í næstum.

Uppgávurnar vóru nógvar. Eitt nú reingerð ymsastaðni í húsinum, gera loft liðug í nýggju kamarslonunum, terrassu, durur, neyst, spælipláss. Nýtt vindeyga- og hurðapartí varð sett í og ymiskt el-arbeiði varð eisini gjørt. Samanumtikið kom heilt nógv av skafti henda leygardag.

Sum vant varð byrjað við morgunmati og andakt, og á middegi var góður døgurði at fáa.

Vegna leguhúsið takkar húsavørðurin Sigvald Zachariasen hjartaliga fyri alla hjálpina.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina