Væleydnaður arbeiðsdagur
Leygardagin var arbeiðsdagur í Nesvík, og eini 60-70 fólk møttu upp. Fólk málaðu, ruddaðu, vaskaðu, smíðaðu, løgdu el og nógv annað.
Húsavørðurin, Sigvald, sum samskipaði dagin, var sera væl nøgdur við uppmøtingina og segði at nógv er gjørt, men ymiskt er eftir, áðrenn komið er á mál. Her verður serliga hugsað um, at eitt sindur av timburarbeiði í nýggja neystinum og durinum er eftir, og at 22 kømur (10 í gamla parti og 12 í nýggja) eru eftir at vaska. Um onkur hevur tíð at smíða ella vaska einaferð í komandi viku (mánadagin til og við leygardagin), so er bara at siga honum frá á tlf. 230076.
Vit takka hjartaliga fyri alla hjálpina.