Væleydnaður Ungdómsnevndarformansfundur á Glyvrum

Mikukvøldið var Ungdómsnevndarformansfundur í Missiónshúsinum á Glyvrum. Landsungdómsnevndin (LUN) hevði kallað inn til fund at hoyra, hvussu tað gongur í ymsu ungdómsarbeiðunum kring landið.

Flestu ungdómsarbeiðini lótu væl at, meðan onnur søgdu, at arbeiðið gongur minni væl. Summi arbeiði søgdu at tað var farið at ganga betur, av tí at tey høvdu tosað við stýrið í húsinum um støðuna hjá sær. Í einum føri var ein stýrislimur farin í ungdómsnevndina at hjálpa til, og í einum øðrum føri hevði stýrið funnið ein vegleiðara.

Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari, hevði eitt innslag, har hann tosaði um “kall til tænastu”. Í innslagnum spurdi hann, um tað verður ov lítið undirvíst um “kall til tænastu” á møtum. Hetta var í samband við at fleiri kristilig arbeiði hava truplari og truplari at finna lønt og ólønt starvsfólk. Eftir tað var felagsprát um sama evni. Flest øll vóru samd um, at hetta ver nakað, sum man kanska skuldi arbeiða meira við. Sum partur av felagsprátinum kom LUN við sínum tonkum um ungdómsarbeiðið, og hvussu hetta verður skipað.

LES EISINI  Nýggjárslegan byrjar í kvøld

Fundurin var væl eydnaður, og ungdómsleiðararnir vóru glaðir fyri at vera saman og kunna tosa um ungdómsarbeiði. Hesin fundur verður væntandi aftur næsta vár.

Kvøldið endaði við, at øll bóðu Faðir Vár í felag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina