Vælkomin í Meinigheitshúsið á Ólavsøku

Opið hús

Ólavsøkuaftan 28. juli verður opið hús í Meinigheitshúsinum frá kl. 22.00. Tað eru tey ungu sum skipa fyri og kann suppa fáa. Tað verður sera hugnali og eru øll hjartaliga vælkomin.

Sangmøti Ólavsøkudag

29. juli verður sangmøti og boðan í Meinigheitshúsinum í Havn. Vit byrja longu kl. 19.00, tá dyrnar verða latnar upp og fólk kunnu fáa suppu. Kl. 20.00 byrjar møti, har Taborkórið fer at syngja kreftir av Toftum fara at spæla.

Bergur D. Joensen, prestur, fer at boða Guds orð. Eftir møti verður drekka at fáa. Hetta er kvøldið, har vit úr øllum landinum og útisetar møtast til andaliga uppbygging og hugna. Hjartaliga vælkomin !

LES EISINI  Ólavsøka í Meinigheitshúsinum í Havn
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina