Vanlukkan, ið broytti mítt lív

Hetta er søgan um gentuna, Annu Sahlholdt Hansen, sum varð fyri eini álvarsligari vanlukku, tá hon morgunin 18. September 2017 var ávegis í skúla. Anna greiðir her við sínum egnu orðum frá, hvat hendi og hvørjar avleiðingar hesin lagnudagur fekk fyri hana og 14 ára gamla lív hennara.

Konan og undirritaði vitjaðu 12.3.2022 fryntligu og blíðu vinfólk okkara, hjúnini, Karen og Asbjørn Sahlholdt Hansen á ættargarðinum, Sahlholdt stutt norðanfyri Herning. Á ættargarðinum búgva enn tvey børn, tey yngstu av teirra 4 børnum, Erik og Anna, og henda dagin, vit koma framvið, trínur Anna glað og smílandi fram saman við foreldrum sínum at taka ímóti okkum.

Frásøgnin í neðra lá tað Annu á hjarta at luta víðari til okkara og hevur hon loyvt okkum at umseta og leggja út á Trúboðan, so onnur við hennara persónliga vitnisburði kunnu heinta styrki og troyst í Kristi Jesusi.

Áðrenn vanlukkuna

Eg varð borin í heim á Herning Sygehus 12. oktober 2003. Stutt eftir hetta kom eg heim til Lavendelvej 6 og til mínar 3 eldru beiggjar: Jens, Ole og Erik. Tvey ár eftir hetta fluttu vit til barndómsheimið hjá mammu, garðin Sahlholdt.

Sum 5 ára gomul, byrjaði eg á Midtjyllands Kristne Friskole. Foreldur míni royndu at leggja í meg alt gott um Jesus pápa, frá tí, at eg var heilt lítil. Eg hevði fleiri frítíðaráhugamál: fiól-spæl, teen-klubb og FDF. Og frá tí eg var byrjað í 3. flokki byrjaði eg somuleiðis at ganga til ríðing og tvey ár seinni eisini badminton.

Mær dámdi væl at ganga í skúla og eg fekk fleiri góðar vinkonur og eina, sum var mær serliga nær, ið æt Laura og seinni eisini eina, ið æt Lina. Laura gekk eisini til fiólspæl, og vit vóru tí nógv saman.

Frá 6. flokki og frameftir byrjaði ivasemi og vantrúgv at breiða seg alt meira. Í 7.flokki varð eg fermd. Presturin, Bo lærdi okkum har um trúnna á Jesus, men eg fekk ikki heilt fatur á, hvat Jesus hevur gjørt fyri okkum.
Eg helt tað tó fyri meg sjálva, at eg ikki rættiliga trúðu longur.

Vanlukkan

Anna áðrenn vanlukkuna sum konfirmantur í Herning Kirke, 7. mai 2017.

Eg minnist onki frá beint undan og eftir vanlukkuna. Eg var byrjað í 8.flokki og havi fingið fortalt, at mánadagin 18. september 2017 súkklaði eg sum vanligt glað avstað í skúla og hevði ikki væntað, at nakað fór at henda henda morgunin. Vegurin, eg vanliga súkklaði eftir var Vesterholmvej. Hesin vegur hevur eina súkklubreyt, ið gongur framvið og við síðuna av meginvegnum, men er kortini nakað skildur frá høvuðsvegnum.

Eg varð tá yvirkoyrd á súkklubreytini av einum bili, hvørs bilførari hevði fingið eitt epileptiskt herðindi og var komin í skeiva koyribreyt. Bilurin rakti meg á framsíðuna við 80 kilometra ferð. Nakrar minuttir eftir hetta steðgar ein kvinna upp og ringir 112. Sjúkrabilurin kom skjótt fram á staðið. Eg fekk ein álvarsligan heilaskaða, varð “intuberað”. Seinni vísti tað seg, at eg hevði alt ov nógva vesku í høvdinum.

Eg varð seinni flutt til Aarhus Universitetshospital, har eg varð løgd í kunstigan koma. Tey reinsaðu og seymaðu eitt stórt sár, eg hevði fingið á skinnabeinið. Av tí, at trýstið var ov høgt í heilanum, tóku teir eitt petti av skallaplátuni burtur. Eg fekk mat ígjøgnum eitt hol, eg hevði í maganum. Tey settu inn í meg eina sokallaða baklofenpumpu, ið skuldi forða mær at fáa spastiskan krampa.

Nú veit eg, at sama hvat hendir, so er hin almáttugi Harrin saman við mær, tí Jesus hevur eygað við mær.


Eg lá á intensivdeild í tríggjar vikur og varð harnæst flutt á eina barnakirurgiska deild. Dagin eftir vanlukkuna og áðrenn eg varð løgd undir skurð, kom presturin, Bo. Hann vælsignaði meg og bað eina bøn fyri mær og spurdi meg, um hann kundi biðja fyri mær til eina ungdómsgudstænastu í Herning Kirke.

Aftaná skurðviðgerðina, tá eg varð vaknað upp aftur fekk eg at vita, at mong menniskju bóðu fyri mær og eg eri vís í, at tað hevur hjálpt, at so mong hava biðið fyri mær.

Hammel Neurocenter

Eg kom til Hammel 26.oktober 2017. Fyrstu tíðina kundi eg ikki gera so nógv og eg minnist ikki serliga nógv frá hesu tíðini. Frá februar 2018 byrji eg at kunna minnast aftur á ymiskt frá Hammel Neurocenter. Eg byrjaði so smátt at tosa aftur áðrenn jólini, men var ikki komin heilt til mín sjálvan enn.

8. desember 2017 varð skallaplátan sett í aftur. Arrið sæst enn. Eina viku eftir hetta byrji eg so smátt aftur at tosa. Um hetta mundið byrji eg aftur at kunna eta, hjálpt væl af ergoviðgerunum. Eg var heilt í ørviti í januar-februar 2018, og segði m.a. “eg eri ikki Anna”. Frá mars mánaða byrji eg so smátt at minnast aftur á ymiskt og umleið hetta mundið slapp eg eisini av við blæurnar.

10. apríl kom eg heim á vitjan á fyrsta sinni eftir vanlukkuna. Eg hevði glett meg at koma heim aftur og fekk tá mína fyrstu máltíð heima. Ein fysio/ergo-viðgeri var saman við mær fyrstu ferð. Í apríl mánaða komu floksfelagar mínir á vitjan. Eg helt tað vera so stuttligt at siga frá “Pikka, pikka á skemtisøgum.” Eg møtti somuleiðis eisini einum ukraina á Hammel Neurocenter og lærdi tá eisini eitt sindur av ukrainskum máli.

Heilt frá byrjan av sat mamma mín hjá mær hvønn dag. Hon bað fyri mær. Hon hevði tikið hálvt ára farloyvi sum lækni á læknastovu fyri at kunna vera hjá mær. Eftir hesa tíð skiftust mamma og babba at vera saman við mær.

Eg var errin og als ikki skammfuktað yvir at vera kristin, so eg segði øllum fysioviðgerðarunum frá, at eg kundi práta við Jesus og siga honum alt. Vit sungu ofta henda sang saman:

Jesus tag mit arme hjerte,
tag det, dan det, som du vil.
Se, med al min synd og smerte
hører jeg dig evigt til.
Ond, fordærvet, skyldbelastet
uden liv og fred i mig,
er jeg, o min Jesus, kastet
fra min moders liv på dig.

Hvad du gjorde, evigt gælder,
du er min retfærdighed.
Loven mig ej mere fælder;
thi du blev min hellighed.
O, hvad vil jeg mer begære,
siden jeg dit råd forstod?
Lad mig leve til din ære,
prise nådens overflod!


Mín heimkoma

Eg kom heim til garðin 5. juli 2018. Eg hevði sæð sera nógv fram til henda dagin. Summarfrítíðin varð júst byrjað.  Vit hátíðarhildu tá studentsveitsluna hjá beiggja mínum, Ole. Systkinabarn mítt varð eisini gift og vit hátíðarhildu brúdleyp hennara síðst hetta sama summarið. Eg vandi nógv og gjørdi framstig.

So byrjaði nýggja skúlaárið og eg gekk á Lundgaardskolen. Alt byrjaði gott. Næsti dagurin var ikki so góður. Ein drongur helt slíkan gang, skríggjaði og bannaði. Hini gjørdu tað sama í munnin hvør á øðrum. Keðiligt at vera partur av. Lærarinnan gjørdi ikki nakað burtur úr hesum men gjørdi nakað av tí sama sjálv og var tí ein vánalig fyrimynd.

Á skúlanum gav ein fysio-viðgeri og ein ergo-viðgeri mær góða venjing. Eg var í skúla mána-, miku- og fríggjadagar frá kl. 9 – 12 í byrjanini og seinni allar vikudagarnar.

18. september byrjaðu vit at hátíðarhalda, at eg kom gjøgnum vanlukkuna við lívinum. Eg fekk sostatt enn ein møguleika.
“Takk Harri! Eg kenni eitt navn við so undurfullum klangi.”

Í desember var eg í Herning kirke at lurta eftir Händels Messias. Mín yndistónleikur og tað er tað enn. Í 2019 byrjaði eg til sang hjá Hanne Bødtker og byrjaði at syngja Händels Messias:

He shall feed his flock like a shepherd
and he shall gather the lambs
with his arm, with his arm.3

8. mai 2019 kom eg aftur til Aarhus Universitetshospital í Skejby at taka burtur baklofenpumpuna. Eg gleddi meg so nógv at sleppa av við pumpuna.


Mín neyð / mín mótburðir / mín trúgv

Eg gerist av og á rættiliga ill inn á Gud, at hann kundi lata alt hetta koma á meg. Eg spyrji hann ofta, um tað ikki var gjørligt at fáa meg umvenda á annan hátt enn hetta, eg havi verið ígjøgnum. Tá komi eg at hugsa um hetta versið: ”Harrin er hyrði mín.” (Sálmur 23). ”He shall feed his flock like a shepherd.” Veit kortini, at hetta var tað besta. Tað hava vit í Skriftini.

Eg vóni aldri nakrantíð, at eg aftur skal falla í vantrúgv og iva. Nú er Jesus alt fyri meg. “Við tað at vit tá hava ein stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum himnarnar, Jesus, son Guðs, tá latum okkum halda fast við játtingina!” Hebr.4,14

Vanlukkan hevur broytt mítt lív so nógv, at eg nú haldi meg vera komin eitt annað og betri stað(Jóh.16,33). Sama hvat míni medmenniskju siga og halda. Eg falli ikki frá aftur.

Hetta í erva er brot úr vitnisburðinum hjá Annu Sahlholdt Hansen, sum kann lesast í síni heild á fylgjandi leinkju:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina