Var vitni í gerandisdegnum…
Mamman hevði dóttrina og svigarsonin búgvandi heima hjá sær. Hon bað nógv fyri teimum, og tað var ein stór avbjóðing fyri hana at liva sum ein vitnisburður yvirfyri sínum sannførda muslimska svigarsoni.
Undir einari vitjan í Sentralasia møtti ein TWR(TransWorldRadio) starvsfelagi einum staðbundnum starvsfelaga, sum hevði upplivað eina sera gleðiliga hending. Dóttir hennara, sum eisini var kristin, var fyri nøkrum árum síðani vorðin gift við einum sannførdum muslimi. Hetta hevði verið atvoldin til stóra stúran og ótta fyri mammuna, ið hevði dóttur og svigarson búgvandi í sínum egna heimi. Hon bað nógv fyri teimum, og tað var ein stór avbjóðing fyri hana at vera opin og villig til at liva sum ein vitnisburður yvirfyri hesum sannførda muslimska manni.
Men hesin ungi maður, ið búði undir sama taki sum kristna svigarmamman, legði til merkis, hvussu bæði kona hansara og svigarmamman livdu teirra lív. Tað var øðrvísi, og hann byrjaði tí at seta ymiskar spurningar. Hann fekk sendingar frá TWR at lurta eftir, og gjøgnum hesar og somuleiðis øðrvísi verumátin hjá teim kristnu fór hann so smátt at skilja, hvat gleðiboðskapurin snúði seg um, og hann yvirgav sítt lív til Jesus Kristus.
Staðbundni starvsfelagin var fegin og eydnusom vegna umvendingina hjá svigarsoninum. Og seinni kundu tey skoyta enn eini góð tíðindi uppí. Mamman hjá svigarsoninum hevði havt sera nógv ímóti teimum kristnu, men umleið ein mánaða eftir umvendingina hjá soninum valdi hon sjálv eisini at taka ímóti gleðiboðskapinum.
Kelda: TWR