Veðrur gav 36.900 krónur til missiónshúsið

Í gjár var “opið hús” í nýggja missiónshúsinum í Rituvík. Millum klokkan 15 og 17 var møguleiki fyri at síggja húsið og fáa frágreiðing frá arbeiðiðum við at byggja tað. Samstundis var eisini møguleiki fyri at fáa sær ein drekkamun við ymiskum søtum afturvið.

Klokkan 16.45 varð lýst við eini meksikanskari uppboðssølu av einum veturgomlum veðri, sum varð mettur at viða umleið 60 pund. Uppboðssølan var skipan á tann hátt, at byrjað var við 100 krónum, sum skuldu gjaldast kontant í ein posa. Síðani kundu fólk gjalda við 100 krónum hvørja ferð og tann sum átti síðsta seðilin, sum fór í áðrenn uppboðshaldarin, Torbjørn Jacobsen, taldi upp í trý og slóg hamaran, átti veðrin. Sigast má, at undirtøkan var góð, tí tá peningurin var taldur saman, vóru 36.900 krónur í posanum.

Fylg søguni um Rítuvíkar Missiónshús HER

LES EISINI  Brot úr missiónssøguni í Rituvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina