Vegurin til Lívið

Eg lesi ongastaðni, at Jesus hevði nakran samanbrest við syndarar, skøkjur, ránsmenn, spitølsk, tollarar og fleiri. Hví? Tí Jesus kom at leita upp og frelsa tað, ið glatað var. (Luk. 19,10) Hesi fólk sóu sína glataðu støðu, og tey sóu, at Jesus var Vegurin til Lívið.

Harafturímóti hevði hann fleiri samanbrestir við teir religiøsu – teir skriftlærdu. Hví? Tí teir vóru so sjálvgóðir og sjálvrættvísir, at teir ikki sóu sín tørv á einum Frelsara. Teir høvdu nóg mikið í sær sjálvum og síni religión.
Um eitt sjúkt fólk sigur: ”So skjótt eg verði frískur, skal eg fara til lækna!” er tað kanska ein sálarlækna, viðkomandi hevur tørv á.

Og Jesus svaraði og segði við teir: »Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar til umvendingar.«
Luk.5,31-32

Støðan hjá mongum fólkum mótvegis Gudi er henda: ”Tá ið eg fyrst havi ruddað út og fingið skil á mínum lívi, eri sloppin av við ringar vanar og blivið eitt betri menniskja, skal eg gerast kristin.”

Gloym tað! Hatta er ein líka fjákut grundgeving sum tann hjá honum, ið vildi vera frískur, áðrenn hann fór til lækna.

Vegurin til Guds er at venda um til Kristus og at vilja ganga eina nýggja leið. Umvending er ein lívsstílur restina av okkara jarðarlívi. Jesus er enn sum áður Vegurin til Lívið.
Effie Campbell umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina