Veking og vøkstur
Ein av kendu vekingunum í søguni er Wesley-vekingin, sum byrjaði í Onglandi í 1700-talinum. Um hesa tíðina var Ongland fallið djúpt bæði andaliga og moralskt, eisini kirkjurnar. Støðan var øgiliga vánalig. Drykkjuskapur var útbreiddur, nógv spæl um pengar, nýføðingar blivu tveittir út á gøturnar at doyggja, avrættingar vóru undirhald, trælahandil hevði stóran týdning fyri búskapin o.s.fr. Ein bispur segði, at moralur og trúgv í Onglandi vóru fallin so djúpt, at man ongantíð hevði sæð nakað líknandi í einum sonevndum kristnum landi.
Tveir prestar koma til trúgv
Brádliga komu tveir enskir prestar til trúgv á Jesus Kristus. Teir itu George Whitefield og John Wesley. Eftir nakað av stríði í ensku kirkjuni orsakað av teirra umvending fóru teir út úr kirkjuni og byrjaðu at prædika á gøtuni. Úrslitið var, at ein stór veking byrjaði, og við tíðini bleiv Ongland kollvelt av vekingini, sum fór um alt landið.
Wesley arbeiddi “burðardygt”
Whitefield og Wesley vóru teir stóru prædikumenninir í hesi vekingini. Whitefield var tann kendari prædikumaðurin í byrjanini, men kortini kom vekingin at eita Wesley-vekingin. Hví tað? Tí at Wesley arbeiddi “burðardygt”. Meðan Whitefield næstan bara prædikaði, valdi Wesley umframt at prædika eisini at skipa hesa vaksandi rørsluna upp á ein ávísan máta. Hann vildi tryggja, at øll tey nýumvendu kundu fáa ta umsorgan, hjálp og samveru, sum tey høvdu tørv á fyri at vaksa í trúnni til tænastu.
Wesley skipaði rørsluna soleiðis:
- Societies: størri bólkar við umleið 50-70 fólkum, har tað var tilbiðjan og undirvísing (sum ein gudstænastu- ella møtifelagsskapur)
- Class meetings: ein bólkur við umleið 12 fólkum, har tað snúði seg meira málrættað um at vaksa í trúnni
- Bands: ein bólkur við fimm fólkum, har kynini vóru hvør sær, og man kundi vera meira opin um trupulleikar og avbjóðingar í trúarlívinum
Wesley minti fólk á at vera trúføst. Umframt at vera við í Societies, vóru øll antin við í Class meetings ella Bands. Wesley segði, at fólk máttu møtast í minsta lagi eina ferð um vikuna í bólkunum. Hví tað? Jú, tí at Wesley visti, at tað var gott og neyðugt, at tey støðugt búnaðust í trúnni við Guds hjálp, og at hesir bólkar vóru heilt grundleggjandi í tí. Í Class meetings høvdu tey bøn, undirvísing og felagsskap. Leiðarin var sum ein hirði. Í Bands fóru tey djúpri, so at fólk kundu tosa púra opið um tað, ið tey stríddust við, tey uppmuntraðu hvønn annan og bóðu fyri hvør øðrum.
Íblásturin hjá Wesley
Vit undrast kanska yvir, hvaðani Wesley fekk íblásturin til at skipa rørsluna upp á hendan mátan. Íblásturin kom úr evangeliunum – frá Jesusi. Jesus var ikki bert Frelsari og Harri hjá Wesley – hann var eisini fyridømi við sínum arbeiðshátti. Wesley helt, at Jesus við sínum máta at skipa sína rørslu uppá vísti komandi ættarliðum av kristnum, hvussu tey skuldu gera fyri at skapa lív og vøkstur.
Í evangeliunum kunnu vit lesa um, hvussu Jesus upplærdi lærusveinarnar, og í missiónsboðunum í Matt. 28 gevur Jesus stafettina víðari til lærusveinarnar, har hann sigur soleiðis við teir: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey … og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum.” (v19-20a) Hann gevur teimum boð um at gera lærusveinar, t.v.s. at leiða fólk til trúgv og málrættað læra tey upp í trúnni, so at tey kundu vera við til at leiða onnur til trúgv og læra tey upp í trúnni. Í Ápostlasøguni og kirkjusøguni kunnu vit lesa um einastandandi úrslitið av hesum arbeiðsháttinum hjá Jesusi.
Whitefield harmaðist, at hann ikki hevði gjørt sum Wesley
Á gamalsaldrinum gekk tað upp fyri George Whitefield, at hansara tænasta við mestsum bara prædiku og evangelisering als ikki hevði borið sama ávøkstur sum tænastan hjá Wesley. Whitefield hevði ikki hugsað um lærusveinaskap í smærri bólkum. Úrslitið var eisini hareftir. Tað førdi til, at Whitefield angraði, at hann ikki hevði gjørt sum Wesley og lagt dent á bæði prædiku og lærusveinaskap. Wesley visti, at prædikur og talur ikki fóru at seta nakra stórvegis broyting í gongd, um ikki lærusveinaskapur við tøttum og persónligum relatiónum, ið bjóðaðu einum av til at vaksa í trúnni, var ein týðandi partur. Hann fekk rætt.
Lærusveinaskapur er lívið
Tá Jesus sigur “Fylg mær”, bjóðar hann tær eitt nýtt lív, har lærusveinaskapur er kjarnin. Jesus er lærumeistarin, og tú ert lærusveinur saman við nøkrum lærusveinum, eins og Jesus hevði ein bólk við 12 lærusveinum, ið brúktu nógva tíð saman fyri at vaksa í trúnni. Lærusveinaskapur er tí lívið saman við Jesusi og hansara fólki, har Heilagi Andin fær loyvi til støðugt at broyta teg og geva tær meira av tí, sum hann hevur at geva tær til vøkstur í lívi og tænastu. Tá livir tú í Guds ætlan fyri teg, ið er at vaksa sum lærusveinur til at gera aðrar lærusveinar og harvið leiða onnur inn í tað týdningarmesta av øllum: lívið saman við Gudi.