Vel rætt …!

Tekstur: Jes. 30,15
Tí at so sigur Harrin, drottin, Ísraels heilagi: Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst; í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera.

Versið er tikið mitt út kapittul 30 hjá Jesaja, og er eitt orð til Ísrael, ella rættari til Juda ríki, sum Jesaja virkaði í.

Hvat er hetta orðið frá Guði, sum Jesaja boðar fólkinum? Jú, støðan er tann, at Juda ríki stendur framman fyri einum kríggi og heldur seg ikki kunna standa ímóti tí fígginda, sum tey skulu møta, og velja tey tí at søkja hjálp og stuðul frá øðrum tjóðum.

Hetta var ikki Guðs vilji, sum tað stendur í Jesaja 30,1 ”vei hinum tvørsintu børnum, sigur Harrin, ið leggja saman ráð, sum koma ikki frá mær, og ganga í felag, uttan at andi mín er uppi í ”

Jesaja ávaraði fólkið um ikki at ganga hesa leið, men at líta á Harran, og fylgja hansara orði.

Er hetta ikki nakað av tí, sum vit uppliva í okkara landi í dag, har Guðs orð ikki skal brúkast sum vegleiðing og rættleiðing fyri, hvussu vit skulu skipa okkara land og lív. Hetta er tað sama, sum Paulus sigur í 2. Timoteus 4,3 ”tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna (orðið), men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni”

Men Guð er ein náðigur Guð, so sjálvt um fólkið var ólýðið ímóti Guðs orði, so hevði Guð ikki slept teimum, men vildi aftur taka tey inn til sín, og tí kemur Guð við hesi áheitan á fólkið – ”við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst”.

Ein vælsignað áheitan og áminning at fáa úr Guðs orði, sum eisini er galdandi fyri okkum í dag. Vendið við – broyt kós, tí tú ert á vanda kós, og halt so á við at stríða teg fram á vegnum fyri at náa frelsuna.

NEI. Vendið við og verið kvirr. Tað skal ikki nakað stríð frá tíni síðu fyri at náa frelsuna, nei ein hevur borið sveitta og stríð fyri at geva tær frelsuna, tað hevur Jesus tikið á seg fyri teg og meg.

Hvat svar hevði fólkið í Juda til hesa heilsan frá Guði ígjøgnum Jesaja profet??
Jesaja 30,16 ”men tit vildu ikki”

Hví vildu tey ikki? Tí tey høvdu størri álit á tí, sum sæst við okkara likamliga eyga, enn tað sum Guð segði teimum gjøgnum sín profet Jesaja.
Tey høvdu størri álit á hestum og vagnum hjá teimum tjóðum, sum tey bóðu um hjálp frá, enn frá tí orði sum Guð gav teimum.

Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, skrivar Hebrearabrævið, og tað hevur søgan eisini víst okkum. Bíblian er nokk tann bók, sum hevur verið mest kritiserað, niðurgjørd og spottað upp gjøgnum tíðirnar, men tó so stendur orðið við enn í dag. Og Bíblian sigur sjálv, at soleiðis skal vera, so leingi henda jørð stendur (Matt 5,18).

”men tit vildu ikki”. Hvat er títt svar í dag til Guðs orð? Vilt tú siga ja til ein part av Guðs orði, men nei til ein annan part?

Hetta sannaði Elia profetur eisini við Ísraels fólki. ”Hvussu leingi ætla tit at halta á báðar liðir? Er Harrin Guð, tá fylgið honum; men er Báal Guð, tá fylgið honum!” (1. Kong. 18,21)
Fólkið hevði eitt val, og hetta er tað sama val, sum vit standa við í dag. Guðs orð er Guðs orð, tað broytist ikki, líkamikið hvussu vit royna at benda og broyta tað. Og orðið sigur eisini, at valið er okkara. ”í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara..” (Hebr. 3,7)

Jesaja boðaði dóm, men hann boðaði eisini frelsu, fyrigeving og náði.
Jesaja 30,18 sigur: ”Tessvegna stundar Harrin á at náða tykkum, og tessvegna vil hann rísa og várkunna tykkum, tí at Guð rættarins er Harrin; sælir allir, ið troysta á hann.”

Hetta er eisini tann boðskapur, sum ljóðar til okkum í dag. Guð ynskir eitt persónligt samband millum seg og okkum. Líkasum tá ið Jesus hugdi yvir Jerusalem og ynskti at samla allar íbúgvar Jerusalems til sín, sama ynski hevur hann í dag, at samla okkum øll til sín.

Men ynskja vit at taka ímóti hesum boðskapi frá Guði? Jerusalems íbúgvar ynsktu tað ikki, og nógv av londunum uttanum okkum, sum hava kallað seg fyri eitt kristið samfelag, ynskja ikki at fylgja Guðs orði.

Men Guðs orð hevur altíð verið persónligt, tí er spurningurin til tín mín vinur í dag. Ynskir tú at fylgja Guðs orði eftir og standa fast við tað, sum orðið boðar: bæði dóm/lóg, men eisini Guðs frelsu og ómetaligu stóru náði, sum verður rætt øllum, sum ynskja at taka ímóti henni?

So hevur Guð eisini eina heilsan til tín. “í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara (tín) vera”

Guð signi teg.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina