Verð virkin í samfelagnum

Elsa og Carsten Fonsdal Mikkelsen fluttu í summar av Bornholm heim til Føroya at búgva í eitt ár. Tey eru bæði virkin í andligum arbeiði, har Carsten í frítíðini arbeiðir sum kunningarfólk hjá Indre Mission. Hann heldur, at tey kristnu eiga at vera ein virkin partur av tí samfelagi, tey liva í og skulu hava eina meining um tað, sum hendir í samfelagnum.

– Mítt arbeiði er at bera tíðindi og greiða frá kristiliga arbeiðnum og ymsum tiltøkum, bæði útvarpi, sjónvarpi og bløðum. Tað hevur gingið væl, og vitanin um Indre Misson er nógv vaksin, og tað er positivt. Vit fortelja ta góðu søguna um Indre Mission, og Indre Mission á Bornholm er altíð væl umboðað í tíðindunum, eisini blaðnum hjá rørsluni, IMT. Ja, faktisk nógv meira enn onnur arbeiði hjá Indre Mission, tá hugsað verður um støddina. So vit eru sera sjónlig, og tað skulu vit vera! Vit skulu vera ein virkin partur av tí samfelagi, vit liva í, og vit skulu hava eina meining um tað, sum hendir í samfelagnum. Og vit skulu gera vart við okkum, so fólk vita, at vit eru til, sigur Carsten.