Verið altíð glaðir!

“Verið altíð glaðir!”

1 Tess 5,16

Hvussu kanst tú bjóða øðrum altið at vera glaður/glað? – Hetta minnir meg á eina sýning um uppaling, eg einaferð sá. Ein pápi hevði givið soni sínum eina fleingju. Tá ið sonurin hevði grátið eina løtu, álegði pápin við torurødd. “Síggj glaður út!” Hetta helt eg vera ov nógv at krevja. Tú kanst ikki, aftaná eina slíka eyðmýking, gerast glaður.

Kortini býður Gud okkum hetta. Hann býður eisini, at vit skulu elska. Tað kann ein enn minni fyriskipa; eitt nú – at elska Gud, elska næsta sín sum sjálvan seg.

Ferðast vit ikki øll um við eini loyndarfullari kenslu av, at Gud hevur farið órættvísiliga við okkum og granna okkara? Er hann ikki ein løgin verndari, ið vit ógjørligt kunna seta hátt? Ein og hvør myndatakari veit, at tá ið eitt menniskja gongur í egnum tonkum, fær tað í løtum eina dapra útsjónd. Tí sigur myndatakarin ferð eftir ferð: “Síggj eitt sindur glaður út!”

LES EISINI  Æra og samleiki

Tað er bara ein frágreiðing um Guds løgnu boð. Kirkjufaðirun, Augustin hevur rættu orðingina: “Veit mær tað, tú býður, og bjóða tað, tú vilt!”

Jú, tað er loyndardómurin. Guds boð eru annað enn bara boð. Tey eru eisini lyftir. Tá ið Gud í sjeynda boði sigur, tú mást ikki stjala, so er tað samstundis eitt lyfti um, at hann fer at geva okkum dagliga breyðið uttan at vit taka tað frá næsta okkara ella vit tilogna okkum hansara pening við “følskum vørum ella øðrum við sviki” – sum Luther sigur í síni forkláring til boðið.

So latið okkum eftir Guds boðum og lyftum, gerast glað og takksom.

“Guds orð og lyfti kann ongan svíkja, um klettar klovna, tey fast tó standa. Tá vinir burtur frá okkum víkja, vit vita Guds orð stár fast.” Hms. 223,1

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina