Verjuadvokaturin

Jesus verður í Bíbliuni kallaður okkara himmalski høvuðsprestur.

Tað merkir: Eins og Ísraels fólki tørvaði ein høvuðsprest á jørðini, hava vit tørv á einum høvuðspresti í himlinum. Høvuðsprestsins høvuðsuppgáva var at vera millumgongumaður millum Gud og menniskju. Hann umboðaði Gud mótvegis menniskjum, og hann umboðaði menniskjuni mótvegis Gudi.

Um hetta síðsta skrivar Hebrearabrævið:

“Tí at ein og hvør høvuðsprestur verður innsettur til at bera fram gávur og sláturoffur; tað er tí neyðugt, at eisini hesin hevur nakað at bera fram” (Hebr 8,3).

Tá ið Jesus stígur fram fyri Gud, ber hann við sær tvinnanda handlingar:

Hann ber seg sjálvan fram sum eitt offur fyri synd.

Hann ger hetta offurið galdandi hjá Gudi. Fyri okkara skuld.

Hann er verjuadvokaturin.

Hann ber eisini fram sínar bønir.

“Hann livir altíð til at ganga í forbøn fyri teimum” (Hebr 7,25).

Hann er forbiðjarin.

Í Jóhannes 2,1-2 lesa vit um hendan verjuadvokatin:

“Børn míni! Hetta skrivi eg til tykkara, fyri at tit ikki skulu synda. Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa, og hann er bót fyri syndir okkara; tó ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndirnar í øllum heiminum.”

Ein talsmaður

“Parakletos” er heitið á grikskum. Tað merkir: Ein, sum er boðsendur at koma einum øðrum til hjálpar.

LES EISINI  Tú hevur fingið eina náðigávu

“Advocatus” er heitið á latíni.Vit kenna orðið “advokatur”. Tað er sama søk.

Tá ið ein kristin fellur í synd, fløkir hann seg upp í eina søk, sum hann ikki sjálvur kann fáa í rættlag. Honum tørvar ein, sum kann hjálpa honum í neyðini. Tað er her, Jesus kemur inn í myndina. Verjuadvokaturin.

Guds vilji við okkara lívi er, at vit ikki longur skulu liva, eins og vit gjørdu, áðrenn vit vórðu frelst. Fyrr livdu vit eitt lív í synd. Tað var lívshátturin. So vórðu vit frelst og fingu loyvi at byrja eitt nýtt lív. Í Guds ljósi.

Ein kristin kann ikki liva í synd. Men hann kann falla í synd.

Hvat skal hann gera?

Hann skal senda boð eftir Jesusi! Verjuadvokatinum. Og lata sína søk upp í hansara hendur. Játta tínar syndir”, sigur Fyrsta Jóhannesarbræv 1,9.

Tá ið Jesus hevur fingið tína søk upp í hendur, stígur hann fram fyri Gud og sigur:

LES EISINI  Gjørd/ur sátt við Gud

“Faðir! Tú sært tann, sum stendur her fyri tínum andliti. Tað hevur gingið illa í hond. Viðkomandi hevur syndað og er fyri ongum um tað, sum er hent. Fyrigev allar syndirnar hjá viðkomandi. Fyri mína skuld. Eisini hendan syndin lá á mínum herðum, tá eg gekk til krossin. Eisini hana havi eg avroknað á Golgata.”

Guds svar er greitt: Fyrigivið! Fyri Jesu skuld.

Hetta er evangeliið til tann, sum er komin á skeivar leiðir á himmalvegnum:

“Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvís!” (1 Jóh 1,9)

 

Til umhugsanar…

“Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd” (Hebr 4,15-16).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina