Við bussi úr Vágum á Stórmøti

Í sambandi við stórmøtini á Skála hava missións- og meinigheitshúsini í Vágum tikið stig til felags bussferð til møtini sunnudagin 6. november. Hetta skrivar missiónshúsið í Miðvági á síni facebook síðu.

Talan verður um Simbahitt kl. 15:00 og Stórmøtið kl. 18:00. Farið verður frá Libanon kl. 13:30. Steðgað verður við Missiónshúsið í Miðvági uml. kl 13:40 og við kommunuskrivstovuna í Sandavági uml kl 13:50. Bussurin koyrir vestur aftur eftir møtið, sum byrjar kl 18:00. Kostnaðurin er 80 kr fyri vaksin. Børn, saman við avvarandi, sleppa ókeypis.

Tey sum ynskja at sleppa við bussinum skulu melda seg til við at skriva á facebook, til eittt av missións- og meinigheitshúsunum.