Videoadventskransurin: Gleði

Gleði kann vera nógv ting. Til tíðir sæst hetta í stórum og villum fagnaði og nógvum rópum. Men tað er nærum uppaftur betri, tá man verður yvirmannaður av tí stillu gleðini, sum fer út í hvørja nerv í kroppinum. Eg haldi at tað mangan er tann seinna gleðin, sum vit leita eftir á jólum. Sum tá vit sita í kirkjuni jólaaftan og syngja við til »Gleðilig jól! Gleðilig jól!«. Tað er bara ikki altíð at merkja hesa sonnu jólagleðina. Tankin um tey perfektu brúnkaðu eplini, dunnuna í ovninum og gávurnar, sum enn ikki eru pakkaðar upp leggja ein lítlan dempara á hesa góðu kensluna.

Men tíbetur er verulig bíbilsk jólagleði nakað meira enn ein góð kensla. Tað er ein varandi kensla, sum kemur frá valinum um at líta á, at Gud vil halda síni lyftir.

Sambært gamlari siðvenju, so hava øll fýra ljósini í adventskransinum sín serstaka týdning: vón, friður, gleði og kærleiki.

LES EISINI  Er munur á advent í Danmark og í Føroyum?

Í dag verður fjórða ljósið , gleðisljósið, í okkara videoadventskransi, kveikt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina