Viðgongd ella mótgongd

Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. 

Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir. Sl 23,6.                 

Nær hava fólk viðgongd ella mótgongd í lívinum?

Í hugaheiminum hjá flestu fólkum er viðgongd í lívinum tað sama, sum at ein er frískur, hevur arbeiði, hús, familju,… og klárar seg væl fíggjarliga.

Mótgongd verður so tað mótsetta, at vera sjúkur, arbeiðsleysur,..og fátækur.

Tey, sum veruliga líta á Jesus og leggja lív sítt í hondhansara, hugsa og tosa ikki soleiðis, tí bíblian ger tað ikki.

Bíblian sigur, at mannalívið er, sum ein blóma, ið stendur livandi og vøkur í dag, men er burturi í morgin – og so er ævinleikin ein veruleiki.

Fyri tann kristna er mótgongd viðgongd, um mótgongdin knýtir hann fastari at Jesusi og økir um himmallongsulin. Viðgongd er mótgongd, um viðgongdin dregur hann burtur frá Jesusi og drepur himmallongsulin.

Norski bíbliuskúlalærarin, Øivind Andersen, sigur tað soleiðis:

– Fyri at fáa svar á, hvat viðgongd og mótgongd eru í ljósinum av bíbliuni, mugu vit fyrst spyrja, hvat tú veruliga eigur, sum tú ikki kanst missa.

LES EISINI  Frá Guði – til menniskju

Tað eru hvørki tínir pengar, ríkidømi, evnir ella heilsa. Einki av hesum kanst tú veruliga siga um, at tað er títt, tí tú veitst ikki, um tú eigur tað í morgin, ella um tú kanst nýta tað tá. 

Men tað eru tveir lutir, sum eru tínir – um tú vilt tað ella ikki: Løtan nú og  ævinleikin.

At vera greiður yvir, at tú eigur løtuna nú og allan ævinleikan, hjálpir tær at síggja, hvat viðgongd og mótgongd veruliga eru.

Viðgongd og lukka er her og nú at uppliva tað, sum hjálpir tær at náa ævinleikan – saman við Gudi. 

Mótgongd og ólukka er her í tíðini at uppliva tað, sum forðar tær at náa ævinleikan -saman við Gudi.

Sjálvt um tú fært tað gott her í heiminum og øll ynski tíni ganga út, er tað mótgongd, um tað leiðir teg burtur frá Gudi – í tíð og ævir. 

Og mótsett: Sjálvt um einki av ynskjum tínum ganga út og tú einki upplivir av tí, sum fólk vanliga rópa fyri viðgongd í lívinum, men tað er viðvirkandi til, at tú nært ævinleikan saman við Gudi, kunnu vit so kalla tað mótgongd ella ólukka? –

LES EISINI  Hans-Ole Bækgaard: Heilagi Andin, samkoman og eg – eitt lív fyri Kristus

Er Jesus frelsari, hirði og Harri tín, sum tú dagliga lítur á og leitar til, kanst tú vitna saman við Dávidi – hóast mótgongd, føll, sjúku….:

– Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar.

Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir-

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina