Viðmæli ungum at fara á bíbliuskeið

Á bíbliuskeiðnum hjá Heimamissiónini, sum var síðsta vikuskiftið í august, vóru eisini nøkur ung. Ein teirra var 23 ára gamli, Beinir Langgaard, á Nesi. 

-Hetta var aðru ferð, eg var á bíbliuskeiði, og tað var bæði gott og læruríkt. Jóannis dugdi væl at undirvísa og gera tekstin viðkomandi. Mitt í tímunum fingu vit tveir spurningar, sum 2-4 fólk skuldu tosa saman um. Tað var sera gott og gevandi, sigur Beinir.

-Vit vóru nøkur ung, og vit vóru samd um, at skeiðið var gott og viðkomandi, eisini fyri okkum. Tí vóni eg, tað vera fleiri ung á bíbliuskeiði næsta ár, sigur hann.

-Leygardagurin var øðrvísi við ymiskum áhugatímum, og tað var deiligt. Vit, í landsungdómsnevnduni, høvdu fingið til uppgávu at velja tveir av áhugatímunum og at fáa undirvísarar, og eg haldi, fólk vóru væl nøgd við teir, sigur Beinir.

-Maturin var sera góður. Harafturat var samanhaldið millum luttakararnar sera gott. Eg tosaði við nøkur eldri, og tað var ein góð uppliving. Leygarkvøldið var felagsungdómsmøti í høllini, og tað var gott kvøld við góðari uppmøting, sigur ein vælnøgdur Beinir Langgaard.