Vikuskiftismøtir í Glyvra Missiónshúsi

Í døgunum 19. – 21. August 2022 fáa vit forkunnuga vitjan av Gordon Tobiassen, næstformaður hjá Ordet og Israel í Noregi.

Gordon Tobiassen fer hesi trý vikuskiftismøtini at halda fyrilestrar um ymisk evni hvørt kvøldið. Fríggjadag verður evnið: Ísrael og Jesu afturkoma, leygardag kl.14.00: Túsundáraríkið og leygarkvøldið: Profetiska orðið og síðsta kvøldið, sunnukvøld verður evnið: Hvat sigur Bíblian um burturrykkingina og Jesu afturkomu. Sangframførslur verða hvørt kvøld við kendum nøvnum.

Gleðið tykkum!

Skráin sæst her undir.