Vikuskiftismøtir í KFUM & K í Klaksvík

Um vikuskiftið eru møtir í KFUM & K við ymsum talarum og sangframførslum.

Lagt verður fyri í annaðkvøld, fríggjakvøld, kl. 20, tá Andrias Magnussen talar.

Leygarkvøldið kl. 20 skipa tey ungu fyri møtinum. Tað verður lovsangsløta, og Jákup E. Petersen hevur andakt. Ekklesia og Anna Lovisa Mýri syngja.

Sunnudagin er fyrst sunnudagsskúli kl. 14. Kl. 17.30 er bønarmøti, og kl. 18 talar Øssur Kjølbro. Kl. 20.30 er ungdómsmøti.