Vilja hava átrúnað úr politikki
Flestu amerikanarar hava eina jaliga áskoðan á leiklutin hjá átrúnaði í samfelagnum, men vilja hava hann burtur úr politikkinum.
Ein stórur meiriluti av amerikanarum halda, at átrúnaður er við at missa ávirkan í almenna rúminum, sambært eini kanning hjá Pew Research Center í ár. Pew skrivar, at hóast nøkur halda hetta verða gott, halda nógv fleiri, at hetta er ein neilig gongd. Hetta samsvarar við rákið, at amerikanarar halda átrúnað vera eina styrki fyri samfelagið.
Samstundis heldur ein stórur meiriluti av amerikanarum, at átrúnaðarligir stovnar eiga at halda seg burtur frá politikki. Næstan tveir triðingar (63%) siga, at kirkjur og onnur gudshús eiga at halda seg uttanfyri politisk mál, meðan 36% halda, at stovnarnir eiga at siga frá síni hugsan um sosial og politisk mál í gerandisdegnum.
Ikki samd við Trump
Heilir tríggir fjórðingar av fólkinum (76%) halda, at kirkjur ikki eiga at stuðla einum ávísum valevni fram um eitt annað í samband við val. Hetta gongur beint í móti Donald Trump forseta, sum roynir at avtaka verandi lógir, sum forða kirkjum og øðrum gudshúsum at stuðla einstøkum valevnum.
Fleiri amerikanarar siga, at kirkjur og onnur gudshús í dag hava ov stóra ávirkan í politikki (37%), meðan 28% halda, at tey hava ov lítla ávirkan. 34% halda, at ávirkanin hjá átrúnaðarligum bólkum er hóskandi.
Ger meira gott enn ilt
Í miðal hava vaksnir amerikanarar eina jaliga áskoðan á, hvønn leiklut átrúnaðarligir stovnar spæla í samfelagnum – umframt í politikki. Meira enn helvtin (55%) av teimum spurdu halda, at kirkjur og átrúnaðarligir felagsskapir gera meira gott enn ilt í amerikanska samfelagnum, meðan bara ein av fimm (20%) siga, at átrúnaðarligir felagsskapir gera meira skaða enn gagn.
Á sama hátt er tað, sambært Pew, nógv fleiri amerikanarar, sum siga, at átrúnaðarligir felagsskapir styrkja moralin í samfelagnum (53%) og fyri tað mesta samansjóða fólk (50%), enn tey, sum siga, at felagsskapirnir gera moralin veikari (12%) og stórt sæð skúgva fólk frá hvør øðrum (21%).
Sjónarmiðini eru lítið og einki broytt síðan 2017, tá líknandi kanning varð gjørd.
Kelda: Pew Research Center og Kristelig Pressekontor