Vilt tú verða grøddur?

Fríggjadagin 6. mars varð Altjóða kvinnubønardagurin hildin í Christianskirkjuni. Í tí sambandi helt Rannvá Langgaard eina andakt út frá (Jóh 5,2-9) undir yvirskriftini “Reis teg! Tak song tína og gakk”:

Stóra takk fyri at tit hava biðið meg hava eina andakt yvir hesi bíbliuvers og hesa hending í Bíbliuni. Tað hevur gjørt nakað við meg, og tað gjørdi ein kvøkk í mær, tá eg fekk yvirskriftina “Reis teg! Tak song tína og gakk”. Út frá tekstinum, havi eg eisini leitað fram til, hvat onkur annar sigur um hesi skriftstøð, og tað vil eg eisini deila við tykkum.

Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir. Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av). Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár. Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: «Vilt tú verða frískur?» Sjúklingurin svaraði honum: «Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.» Jesus sigur við hann: «Reis teg upp, tak song tína og gakk!» Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk (Jóh 5,2-9).

LES EISINI  Títt virði í Gudi

Reis teg upp, tak song tína og gakk!

Hetta blivu umbroytandi orð fyri hendan mannin, sum hevði verið sjúkur í 38 ár.

Hann og nógv onnur lógu við hylin, Betesda, og vónaðu, at tað fór at lukkast teimum at koma í hylin, tá eingil Harrans órógvaði vatnið, soleiðis at tey kundu fáa heilsubót og blíva frísk.

Hendan dagin kemur Jesus framvið hylinum og kemur í prát við hendan mannin. Jesus visti, at hann hevði ligið langa tíð og spyr hann “Vilt tú verða frískur?”

Jesus kundi sagt: “Tað er nú synd fyri teg, at tú hevur ligið her við hylin í 38 ár og ongantíð ert komin út í hylin”. “Kom, nú er tað tín túrur”. Nei, hann spyr haraftur ímóti: “Vilt tú verða frískur?”

Tað kann virka løgið, at Jesus spyr, um hann vil verða frískur. Tað kundi verið eitt innlýsandi svar. Men Jesus vil meir enn at gera hann frískan. Jesus veit, at lívið hjá manninum fer at broytast totalt, um hann gerst frískur. “Vilt tú verða frískur?”

Vilt tú gera teg leysan av tí lívi, sum tú hevur livað inntil nú? At verða so erligur og siga við Jesus: “hjálp mær, eg klári ikki at reisa meg sjálvur”, og lata Gud geva tær eitt nýtt, øðrvísi og ríkt lív? Eitt lív, sum gevur tær nýggjar møguleikar og nýggjar uppgávur, har tú mást broyta vanar. Vilt tú? Svarið burdi verið sjálvsagt. Men maðurin svarar hvørki ja ella nei. Í staðin fyri forklárar hann fyri Jesusi, hví hann enn liggur har við Betesda hylin. Betesda merkir “náði hús”.

LES EISINI  Fjallatúrur niðan á Borgarin á Kalsoy og stutt andakt

Jesus sær og hoyrir, at maðurin er fyltur við tankum um sína ússaligu lagnu og tankum um, at onnur hava skylduna av, at hann liggur har, “Tað er jú eingin, sum kann hjálpa mær, ikki ein einasti. Tað er altíð onkur annar, sum fer í hylin áðrenn meg”.

Hóast tað nokk er so, at hann ikki hevur nakran, sum kann hjálpa sær, so nytta hansara umberingar og ákærur ikki. Tí lívið er ein gáva. Ein gáva, sum vit sjálvi skulu taka ímóti.

Men Jesus sær forbí frágreiðingina hjá manninum og sigur við hann: “Reis teg!” Tað vendir upp og niður upp á alt í lívinum hjá manninum. “Reis teg upp og gakk!” Reis teg úr hesum syrgiligu umstøðunum, sum hava avmarkað títt lív í so nógv ár. “Statt upp!” Síggj umheimin frá einum øðrum vinkli. Far út og nýt tína orku upp á at syrgja fyri tær sjálvum og tínum næsta.

Reis teg sum menniskja. Far út á Guds orð, tæn honum og takka honum við tí lívi, sum hann nú gevur tær.

“At reisa seg” er nakað, sum vit fáa givið við guddommiligari megi, har vit sjálvi leggja alt okkara í tað – okkara vilja, okkara kropp og okkara hjarta.

“Reis teg upp, tak song tína og gakk!” sigur Jesus við mannin til endans. Og maðurin reisir seg og gongur ávegis í tað torføra, men undurfulla lívið.

At reisa seg er tað, sum alt dragar seg um. At møta lívinum og koyra avmarkingarnar um lívið og lukkuna, sum vit ofta hava, burtur frá okkum.

Eingin av okkum er skaptur til bara at hvíla ella sita í frið. Tað kristna evangeliið er júst tað, at vit skulu lyftast upp, reisa okkum, aftaná vónbrot, mótgongd, iva ella sorg. Gleðast um alt tað vakra og fegnast um tað, sum vit uppliva av góðum hvønn dag. Seta orð á tað, sum gleðir okkum. Síggja tað stóra í tí lítla. Vit skulu ikki blíva liggjandi, men reisa okkum og kempa. Tað kann tykjast, at summi menniskju duga tað væl. Og tað kann tykjast sera tungt og fylla nógv fyri onnur. Gud kann hjálpa mær og okkum øllum. Gud kann lata nýggjar dyr upp fyri okkum. Alt er gjørligt hjá Gudi.

LES EISINI  Rætta løtan at biðja um hjálp

Áðrenn kvinnurnar fóru út til grøvina, Páskamorgun, hildu tær seg kvirrar og hildu hvíludagin heilagan og fyrireikaðu seg til at salva Jesu likam. Vit kunnu gera á sama hátt. Vit kunnu nýta bíðitíðina í bøn og kvirru, brúka hvíludagin sum heiligdag í Guds nærveru. Tí vit megna við Guds hjálp at reisa okkum.

Jesus møtir enn í dag menniskjum, eins og hann gjørdi við Betesda hyl. Jesus møtir mær og eisini tær hesa løtu. Jesus hevur verðuliga møtt mær, meðan eg havi fyrireikað meg til hesa andakt, hann hevur við sínum livandi orði spurt meg “Vilt tú verða frísk?”

Ynskir tú, at hann skal møta tær?

Hann kann møta tær við frelsu og frelsa teg.

Hann kann gera teg frískan.

Men hann kemur eisini at spyrja teg, vilt tú?

Vilt tú, at Jesus grípur inn og broytir títt lív og gevur tær nýggjar møguleikar?

Má Jesus signa okkum og hjálpa okkum til tað.

Amen.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina