Vilt tú vinna eitt stórt páskaregg?

Nú er vikuskifti og stórkavin hevur lagt seg yvir Føroya land. Samfelagið er sett niður í ferð og fleiri hava meira tíð heima, nú tilmælini eru løgd okkum at vera heima so nógv sum gjørligt.
Simba, ið er barnaarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, skipar tí fyri einum stuttligum átaki fyri børn og familjur, har vit sleppa at royna okkara kreativu evni og íblástri, at evna okkurt sum lýsir páskaboðskapin. Sum t.d. á myndini, har Jesus hongur á krossinum og at grøvin er tóm.
Endamálið við hesum átakinum, er at seta fokus á páskirnar og boðskapin um Jesu deyða og uppreisn. At hann vann á deyðanum og bjóðar okkum ævigt lív saman við honum. Vit hoyra í Jóh 5,24, Jesus siga: Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.
Samstundis kunnu vit læra okkara børn, hví vit halda páskir. – Ikki bara fyri at eta páskaregg og prýða heimið við høsnarungum og eggum, sigur Erla Mortensen, samskipari fyri barna- og familjuarbeiðið. Hon leggur afturat, at børnini mennast eisini við at sleppa at nýta sítt hugflog og finna uppá okkurt stuttligt.

LES EISINI  Fleiri legur fullteknaðar, aðrar fyllast

Hvussu gera vit?

Tit kunnu nýta alt slag av tilfari, sum t.d. træ, lego, køkudeiggj, gandadeiggj, papp, perlum, skrell/endurnýtslu tilfar ella kunnu tit tekna eina tekning. Tað er bara hugflogið sum setur mørk!
Myndin av tykkara avrikið, skal sendast okkum umvegis facebook ella til erla@mission.fo í síðsta lagið fríggjadagin 10. Apríl. Vinnarin verður kunngjørdur 11. Apríl á Trúboðanum og á okkara facebook síðu.
Øll sum senda eina mynd inn, sum lýsir páskaboðskapin, eru við í kappingini um at vinna eitt giga stórt páskaregg! 🙂

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina