Vinn ein nýggjan bil

Komandi tveir mánaðirnar hevur tú møguleika at vera við í kappingini um ein nýggjan bil. Tað einasta tú skalt gera er at stuðla Kirkjuligu Heimamissiónini við at keypa ein lutaseðil.Sum missiónsrørsla hava vit nógv ymiskt arbeiði, har vit deila Guds orð og kærleika við onnur.

Tíbetur kann tað vera sera bíligt at dríva missión. Tað kostar t.d. einki at smílast til grannan. Tað kostar tó eitt sindur meira at gjalda løn til starvsfólkini og at keypa olju til Leguhúsið í Nesvík. Pengapungurin skal eisini fram, tá ið vit skulu keypa nýmótans útgerð til Trúboðan.

Fyri at kunna dríva missión, so hava vit brúk fyri tínum stuðli. Tí burturluta vit ein nýggja VW e-up! frá Bilasøluni. Tann nýggi e-up! er sum standard útgjørdur við: Tøknipakka, koyriassistentpakka og vetrarpakka. Tú fært makliga hjálparútgerð, sum t.d. regnsensor, elupphitaðar forrútar og hita í setrunum framman sum eina heita móttøku á køldum vetrardegi.

Soleiðis kanst tú luttaka í kappingini:

Kappingin er skipað við loyvi frá løgregluni og eftir galdandi lóg á økinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina