Vinn eitt gávukort

Okkara kæra bókasøla í Nesvík hevur einki navn, men hetta ætla vit nú at gera nakað við. Tí útskriva vit eina navnakapping, har vit biðja tykkum um at koma við uppskotum til nýtt navn.

Navnið skal eisini kunna brúkast á netinum, og má tí vera tøkt. Minst til, at tað júst nú er vorði møguligt at brúka føroyskar bókstavir sum á, ó, í, ý, ð, ø, æ og ú í navninum á heimasíðuni, so hesir bókstavir eru ikki nøkur avmarking longur.

Um vit velja navnið, sum tú hevur í uppskoti, so fært tú eitt gávukort á 500 kr. frá bókasøluni. Um tað eru fleiri, sum eru komin við sama uppskoti til navn, sum verður valt sum vinnandi uppskotið, so verður lutakast ímillum innkomnu uppskotini. Vit tilskila okkum rættin til at frávelja øll innkomnu uppskotini. Títt uppskot kann sendast til trubodin@mission.fo seinast tann 01/05 2020.

Tú kanst vitja keyp.mission.fo. Hvør veit? Kanska tú har fært íblástur til navnið ella næstu bókina tú skal lesa.

LES EISINI  Hondskrivað mannakorn
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina