Vinnari í páskakappingini hjá Trúboðanum er funnin.

Kappingin, har ein grein skuldi deilast, var á Facebook og Instragram. Lutakast hevur verið millum øll, sum vóru við, og vinnari bleiv Lena Ziska úr Klaksvík.

Lena deildi eitt leinki til greinina um Fanny Crosby. Hon skrivaði í hesum sambandi: – Tað man vera fáur, sum ikki kennir ella hevur sungið ein av sangunum hjá Fanny Crosby. Ein fragd at lesa greinina, nú 200 ár vóru gingin, síðan hon var borin í heim.

Trúboðin takkar øllum, sum vóru við í páskakappingini, og ynskir Lenu hjartaliga tillukku. Vinningurin er eitt flott páskaregg fyri 400 krónur. Gleðiligar páskir.