Visiónin endaliga samtykt

Meinigheitshúsið í Havn hevur í rúma tíð arbeitt at orða eina nýggja visión fyri samkomuna, so orð verða sett á, hvørji aðalmál mynda tað virksemi, ið fer fram her.

Eftir eina langa tilgongd við at seta orð á visjónina fyri alt arbeiði í Meinigheitshúsinum í Havn eru vit komin á mál. Okkara visjón er at seta Jesus Kristus í miðdepilin av øllum, sum vit gera.

Skjøtul varð settur á visjóns-arbeiðið fyri trimum árum síðan, og nakrar orðingar hava verið frammi at venda. Innihaldið í visjónini er spíðska til í allari tilgongdini, og nú er ein endalig orðing sett, ið rakar seymin á høvdið við hvat vit brenna fyri og hvat okkara kall er. Hetta var endaliga samtykt á Meinigheitsfundinum leygardagin 5. mars 2022.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina