Vit eru klár til summarlegurnar

-Vit hava nýtt síðstu tíðina til at gera tilfarið og Leguhúsið klárt til summarlegurnar, samstundis sum mong ábyrgdarfólk úti um landið hava fyrireika seg til legurnar. Tað sigur Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

-Undirtøkan til legurnar er góð og tilmeldingin hevur gingið skjótari enn undanfarnu ár. Allar legurnar eru fullteknaðar. Fýra barnalegur verða í Leguhúsinum, ein í Sørvági og ein í Porkeri, sigur hann.

-Tað hevur gingið væl at fáa leiðarar. Onkrir teirra hava so nakað av avbjóðing at fáa nokk av hjálparleiðarum, fólk í køkin og hjálparfólk annars, men tað plagar at laga seg, sigur Jóhan.

-Høvuðsevnið fyri legurnar í ár er “Jesus, er lívsins træ”. Við ymiskum bíbliusøgum verður týdningurin av Jesusi lýstur, saman við sangum um Jesus. Børnini fáa arbeiðshefti, har tey kunnu svara spurningum um Jesus. Á skránni verða eisini søgur, spæl, kappingar, hugnaløtur og mangt annað spennandi, sigur hann.

-Ein ungdómslega fyri ung í 8 – 10 flokk og ein familjulega verða eisini, og har eru nøkur pláss eftir enn. So tað verður nógv á skránni í summar, og tí hava vit biðið um Guds signing og gott veður, sigur Jóhan Hansen.