– Vit eru partur av Heimamissiónini

– Vit lokalu røkka út til tey lokalu, so onkuntíð, tá ið tað hava verið summarlegur og annað, hava vit bílagt flyers frá Heimamissiónini, og so fáa vit tað út í húsini. Tað kostar eina rúgvu hjá Heimamissiónini at koyra tað út í húsini, men um vit lokalu standa saman, so er tað yvirkomiligt at gjalda fyri, men um landsarbeiðið skal gera tað, so verður tað nógv.

Í Fuglafirði býr Kristian Martin Petersen saman við familju síni, og haðan er hann eisini ættaður. Kona hansara, Katrin, er úr Runavík. Seinastu árini hevur Kristian Martin verið formaður fyri missiónsarbeiðnum í Thabor, eins og hann hevur verið virkin í almennum kjaki viðvíkjandi fiskivinnupolitikki. Bæði tvey eru øki, sum hann hevur stóran áhuga fyri.

 

Ein partur av landsarbeiðinum

– Eitt, sum vit hava snakkað nógv um í stýrinum, er, at vit skulu vera tilvitað um, at vit eru ein partur av landsarbeiðinum. Tí hava vit eisini innsavnan viðhvørt til landsarbeiðið, og haraftrat letur stýrið í Thabor eina fasta upphædd til landsarbeiðið. Tað er ikki tí, at vit skulu hava nakað afturfyri og kunnu biðja teir koma at tala. Tað gera vit óansæð, men vit vilja vera ein partur av tí, tí trúboðararnir hava betri møguleika enn vit at koma út til teirra, sum ikki hava eitt arbeiði, at vitja bygdir og at vitja fólk. Summir eru dugnaligir at vitja út í heimini, summir eru dugnaligir at hava møtir, og tað ber bara til, um vit eru saman um tað. Tað ber ikki til at áleggja einari lítlari bygd, at tey skulu gjalda fyri ein trúboðara, um tey skulu hava vitjan, tí at tað megna tey ikki. Men saman, í hálvtrýss bygdum, kunnu vit dríva landsarbeiðið. Tí lata vit eina fasta upphædd, og tí savna vit inn viðhvørt. Tað sama við Leguhúsinum, tí vit vilja vera ein partur av tí. Tað er eitt tilvitað val.

Í Thabor minna tey fólk á, at tey eru ein partur av Heimamissiónini. Til dømis sigur Kristian Martin, at tey eggja fólki til at koma á ársmøti og vera allan dagin.

– Til Stórmøtini avlýsa vit alt, sum er í Thabor, og vísa til Stórmøtini. Tað gera vit tilvitað, tí at tað er gott og trúarstyrkjandi at koma saman við nógvum, og tað er eisini sosialt gott. Vit sum familja fara til Havnar og gista har um vikuskiftið. Tað velja vit sum familja. Eg kann ikki sum formaður heita á fólk um at fara á Stórmøti, og so ikki fara sjálvur.

 

Les alla samrøðuna við Kristian Martin í Trúboðanum, sum er komin út fríggjadagin 14. oktober.