Vit hava Bíbliuna, Guds egna orð

Vit fáa loyvi at fara til hesa gomlu bókina og lesa, hvat ið har stendur skrivað. Síðan kann hvør, sum vil, siga okkurt annað; Guds orð stendur fast, og tað lýgur ikki. Og Guds orð talar so týðiligt og greitt um hesi viðurskifti, at tað nýtist ikki at vera nakar ivaspurningur. Hoyr hvat ið Harrans apostul skrivar: Hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð krists. Rómbr, kap 10. versini 13 – 17. Les og granska hesi orðini! Apostul Harrans sigur her so klárt og týðiliga, at tað kann ikki misskiljast, at trúgvin kemur ígjøgnum tað, at vit hoyra gleðiboðskapin; og gleðiboðskapurin verður boðaður av teimum, sum send verða. Tað er ein greiður samanhangur millum gleðiboðskapin, boðanina, hoyrnina, trúnna og frelsuna.

LES EISINI  Nýggja testamenti

Hvussu kann nakar verða frelstur uttan um henda samanhangin? Spyr apostulin. Og tað er greitt, hvat svar ið hann væntar: Eingin kann verða frelstur uttan við trúnni á Jesus. Tessvegna má gleðiboðskapurin verða boðaður fyri øllum fólkasløgum, fyri øllum menniskjum, so skjótt sum gjørligt.

1. Um stutta stund og stríðið ligugt er-
ein stund og eg skal ikki stríða her.
Hjá Jesus hvíli eg; hann grøðir sár;
hann fevnir meg og turkar burtur tár.

4. Ígjøgnum trongdir stundum eg skal gá
um eg til vin mín, Jesus, fram skal ná.
Við einki stríð ei sigur vinnast kann,
og uttan sigur krúnu eingin vann.

Kæri vinur mín vel Jesus, meðan tað eitur í dag, ævinleikin byrjar her, tá vit hava tikið ímótið Jesus sum doyði á Golgata fyri syndir okkara. Vel JESUS. AMEN.

Niels Andreasen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina