“Vit syngja um jól” – nýggjur jólasangur hjá Kristinu Nónklett Hansen

“Vit syngja um jól” er heitið á spildurnýggjum jólasangi, sum Kristina Nónklett Hansen hevur skrivað og sjálv syngur.

Eyðun Jacobsen hevur samskipað upptøkuna, og tónleikurin er innspældur í Crossroads Studios í Arden í North Carolina í USA. Tøkningur var Scott Barnett, og Jeff Collins legði tónleikin til rættis.

Tónleikarar eru Jeff Collins á flygli og tangentum, Jeremy Medkiff spælir bass og elgittar, Tony Creasman trummur og slagverk, og David Johnson spælir akustiskan gittar. Milton Smith hevur útsett lagið.

Røddirnar eru sungnar inn í EB Studio í Klaksvík. Tøkningur var Erik Biskopstø. Eyðun Jacobsen og Kristina N. Hansen løgdu røddirnar til rættis. Kórrøddirnar eiga Birgit N. Hansen, Heidi N. Andersen, Eyðun Jacobsen og Kristina N. Hansen.

Barnakór: Eyðun N. Hansen, Dinna Lisa N. Hansen, Ria N. Hansen, Sesilia P. Jacobsen, Eliana H. Olsen, Anni Kate S. Joensen, Sára S. Joensen og Lea S. Joensen.

Lagið er ljóðblandað og mastrað í Crossroads Studios av Scott Barnett.

LES EISINI  Songur í myrkri ljóðar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina