Vitaljósini: Nýggj bók givin út
Vitaljósini er eitt nýtt savn við smáum søgum til børn og ung. Tað er Katrin Joensen, ið hevur umsett hesar 61 smáu søgurnar, sum eru vælegnaðar at lesa heima við hús ella í sunnudagsskúlanum. Í bókini eru átta jólasøgur.
– Tað er ein gleði at kunna geva mítt besta viðmæli til nýggju bókina. Við sínum uppbyggjandi søgum flytur Katrin okkum frá heimligum umhvørvi til ymisk fremmand lond, skrivar Marjan Kass Nielsen, fyrrverandi familju- og barnaráðgevi í Heimamissiónini, í einum ummæli á baksíðuni.
Katrin Joensen hevur givið bókina út á egnum forlagi. Bókin hevur harða permu og hevur nógvar litfagrar myndir, ið Janus D. Guttesen hevur teknað.
’Vitaljósini’ fæst til keyps á heimasíðuni Manna.fo og kostar 200 krónur.
Eina ódnarnátt kom eitt ferðamannaskip inn til býin. Skiparin fekk skjótt eyga á tað stóra ljósið og stýrdi eftir tí. Men tá hann kom nærri og væntaði at síggja tað lítla ljósið, var tað sløkt …

Fært til keyps á www.manna.fo/products/vitaljosini
Upplesari: Mariann Djurhuus Poulsen