Vøkstur í trúnni

Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn, og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Guði til yndis anga.
Ef.5,1-2

Orthodoxy – orthopraxy – orthopathy
Rættur eldhugi(orthopathy) umfatar eitt endurloyst og broytt innara kensluligt lív. Men meira grundleggjandi, so fevnir tað um okkara tileggjannar bygnað, okkara longsul og okkara tráan og ynskir, sum innast inni dríva okkum. Høga málið við rætta eldhuganum er, at øll okkara avgerðartilgongd verður broytt, so hon verður í samsvar við Jesu læru og virki.

Hetta er sum so ikki ein nýggj hugsan. Isaac the Syrian segði, at dygd og góðska ikki bert snýr seg um at gera tað rætta, men at gera tað við einum “vísum hjarta í tí, vónað verður og hvørs gerningar fylgja røttu ætlanunum” Avgustin segði, at hvør rannsakan av Skriftini má hava sum endamál at uppbyggja vælgerð, kærleika og náði.

Vit hava øll sæð “ljótu” úrslitini, tá onkur yvurhugaður brennir fyri røttu læruni, men har gerðirnar ikki eru í tráð við Jesu hugburð. Tað endar við at skaða menniskju.

Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald.” har Paulus setir hesar fruktir upp ímóti “gerðum holdsins,
Galatabrævinum 5,22

Øll eru vit før fyri tosa tað, sum líkist sannleikanum, men kortini siga tað við vanvirðing, ótolni, stoltleika ella ótta. “Tað at standa fyri sannleikanum” uttan eyðmýkt og blíðskap vitnar falskt um tann gleðiboðskapin, vit vilja boða. Tað ber ikki til at hava rætta trúgv(orthodoxy) uttan eisini at hava rættan eldhuga(orthopathy).

Somuleiðis ber heldur ikki til at hava rættar gerðir uttan at hava rættan eldhuga. Um menniskju leita eftir bíbilskt grundaðum gerðum við eitt nú at hava umsorgan fyri teim fátøku ella stríðast fyri rættvísi, men tey gera tað uttan hugburð og medferð Jesusar, so fer tann rætta gerðin(orthopraxis) fyri skeytið í hugmóði, lógartrældómi ella sjálvrættvísari politiskari hugsan.

Fruktir Andans
Evsta málið í kristnum eldhuga(orthopathy) er fruktir Andans. Í Galatabrævinum 5,22 “Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald.” har Paulus setir hesar fruktir upp ímóti “gerðum holdsins,” her nevnir hann hjartans innaru støður: óreinska, hatur, ósemja, øvund, øði og kappingarstríð.

Tú kanst vera íðin í hesum, sjálvt um tú játtar rætta áskoðan um kristologi, kirkjulæru ella menniskjaligan seksualitet, sjálvt tá tey melda seg sum sjálvboðin í einum suppukøki ella leiða eitt lovsangskór. Hetta átti at kunna fingið okkum øll at skelva. Tað er munandi lættari at greina eitt sjónarmið, lesa eina trúaráttan upp, ella at geva sær tíð til eitt siðiligt mál enn tað er at sleppa okkum av við firtni, agg, errinskap ella mótvilja.

Í hesum brotum úr Gal.5 sigur Paulus, at okkara innaru dýpdir, ikki bert okkara trúgv og okkara gerðir mugu verða grøddar og broyttar av Jesusi.

Men hvussu dýrka vit so rættan eldhuga(orthopathy)? Tað er ikki gjøgnum viljan, har vit rætt og slætt bara herða og tvífalda okkara persónliga innsats og stríð at “gerast betur”. Tað kemur ikki sjálvvirkið úr rættari trúgv(orthodoxy). Vit kunnu sostatt ikki fáa hetta til vega gjøgnum betri trúarlæru. Heldur ikki gerst tað neyðturviliga og ósvitaliga úrslitið úr røttum gerðum(orthopraxy). Vit kunnu altso heldur ikki gjøgnum stríð og strev ella kristiligar skyldur koma fram til tað.

Heldur fer neyðuga tilevningin og grøðingin av okkara innara lívi fram gjøgnum ár í iðran og í djúpum felagskapi og relatión við Gud.

Tað at taka við Jesu sinnalagi og náttúru er ikki nakað, vit lættliga kunnu gera, stýra ella hava tamarhald á sjálvi. Vit hava onki minni enn Guds umskapan fyri neyðini. Vit hava djúpu grøðing Krists fyri neyðini. Og vit hava gátuføru leiðslu Heilaga Andans fyri neyðini við støði í Bíbliulesnaði og bøn fyri at vit kunnu fáa givið at gerast kristið hold í heilum líki: røtt trúgv, gerð og eldhuga.
Christianity Today: Tish Harrison Warren, prestur og høvundur

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina