Vón til ein vónleysan heim
Yvirskriftin fyri ársmøtið hjá Heimamissiónini, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík í døgunum 15.-17. apríl, er “Vón til ein vónleysan heim”.
Fríggjadagurin 15. apríl er ‘dagur teirra sjálvbodnu’. Hetta er fyri øll tey, sum røkja eina fasta ólønta tænastu í felagsarbeiðinum. Jonleif Danielsen fer at hava eitt upplegg, hann kallar: “Virðið í sjálvbodna arbeiðinum”, og leiðlan kunnar um ymisk viðurskifti. Eisini verður orðið frítt.
Leygardagin 16. apríl er sjálvt ársmøtið. Byrjað verður klokkan 10.00, har evnið verður “Sunn veking”. Har verða stutt upplegg frá Torleifi Johannesen, Jórun Pólsdóttir og Bergi D. Joensen.
Klokkan 13.00 vera frágreiðingar frá arbeiðinum: Formansfrágreiðing, arbeiðsfrágreiðing og fíggjarfrágreiðing, og aftaná verður orðaskifti um arbeiði.
Klokkan 19.30 verður møti, har Leo-Hans Mikkelsen talar um evnið: Vón til ein vónleysan heim og Rita Elmounayer, stovnari og leiðari hjá Sat7-Kids, greiðir frá støðuni í Miðeystri og arbeiðnum hjá Sat-7 Kids sjónvarpsrásini.
Sunnudagin 17. apríl klokkan 15.00 verður felags SAT-7 sunnudagsskúli fyri alt landið. Rita Elmounayer greiðir børnunum frá arbeiðnum hjá Sat-7 Kids, sum er kristilig sjónvarpsrás í Miðeystri. Tulkað verður til føroyskt.
Barnakórini í Sørvági, á Strondum og á Toftum syngja.