Vóna at taka kjallaran í brúk aftur seinni í ár

Fyri umleið tveimum árum síðani fóru menn í holt við at grava allan kjallaran út undir Bønhúsinum í Søldarfirði. Grava ella brekka varð eisini so mikið langt niður, at tá nýggi kjallarin verður liðugur, verður hæddin 2,5 metrar, sum er almenna kravið til tílík rúm.

Arbeiðið lá so stilt eina tíð, men nú, í nakrar vikur, hava menn aftur verið og arbeitt í kjallaranum. Gólvið er bjálvað og stoypt og hitarør løgd í betongið. Harafturat eru nýggir dragarar lagdir upp undir loftið og hitarør løgd upp millum undirsløgini. 
Nú eru menn í holt við at fyrireika nýggju veggirnar, sum skulu standa innanfyri grundina. 

Gongst eftir ætlan, verður kjallarin liðugur í ár, og tá verður køkur í sunnara enda, vesi og salur til umleið 70 fólk. Tað verður ein heilt nýggjur kjallari, sum vónandi verður til gleði og gagn fyri arbeiðið í húsinum.

Tá kjallarin er liðugur, er ætlanin at byggja ein bygning niðan úr Bønhúsinum, har gongd, trappa millum hæddirnar, lyft og vesir skulu verða. 

LES EISINI  Bønhúsið fær nýggjan kjallara

Hóast stóra umbyggingararbeiðið, verður Bønhúsið brúkt til gudstænastur, sjómanskvinnuringin og annað.

Alt arbeiðið verður gjørt av sjálvbodnum, og tekur sína tíð. Mennirnir arbeiða yrkadagar frá 09 – 17. Drekkasteðgir eru, og tá sita teir í lítlasali og hugna sær. 
Um menn hava hug at hjálpa til, skulu teir vera vælkomnir. Tað siga Dánial Poulsen, Hans Terji Hansen og Dánial Petur Lamhauge, sum arbeiddu tá trúboðin vitjaði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina