Vónargudstænasta í Vesturkirkjuni týskvøldið

Týskvøldið 17. desember klokkan 19.30 verður árliga vónargudstænastan í Vesturkirkjuni í Havn. Gudstænastan er ætlað at geva íblástur og at birta vón til øll, sum ynskja eina stilla løtu í Guds húsi ella sum hava tungt at bera. Henda gudstænastan hevur verið í nøkur ár beint undan jólum.

Vit hoyra eina andakt og syngja jólasálmar. Eisini verður altargongd og høvi at skriva bøn og at tendra ljós.

Kirkjukaffi verður aftaná og hugni í kirkjukjallaranum.

Eisini kann ein fáa eitt prát við ein av prestunum. Prestarnir, tengdir at Vesturkirkjuni, taka allir lut.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Prestarnir

Vónargudstænastan verður í Vesturkirkjuni

LES EISINI  Gudstænasta: Bøn fyri Ukraina
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina