VOX framførir GLORIA í Fríðrikskirkjuni

Sunnukvøldið 22. okt. Kl 19 hevur gospelkórið VOX konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. 

VOX er gospelkór, ið byrjaði í ´90 unum og var tá sera virkið til konsertir, gudstænastur og møtir í nógv ár. Eftir ein steðg fór kórið aftur til verka í 2017 og hevur síðan javnan havt framførslur í ymiskum samanhangi. Ásbjørn Berthelsen er kórleiðari hjá VOX og hevur stjórnað kórinum síðan 1998. 

VOX fer á hesum sinni at framføra verkið GLORIA eftir Tore W. Aas, sum er best kendur sum kórleiðari hjá Oslo Gospel Choir. Sangirnir eru skrivaðir sum ein gudstænasta, ið tískil hevur tey ymisku liturgisku liðini í eini gudstænastu við. Vit hoyra fjølbroyttan kórsang útfrá Kyrie, Gloria, Trúðarjáttan, Faðir Vár, signinigini osfr. 

VOX framførdi GLORIA í 2017, tá tríggjar ymiskar kirkjur vóru karmur um konsertirnar. Hesaferð verður GLORIA framført til eina konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. 

Verið hjartaliga vælkomin á konsertina 22. okt, ið byrjar kl 19. Konsertin er ókeypis, men høvi verður at lata kórinum eina gávu.

LES EISINI  Kirkja hevði bønarmøti eftir enn eitt hópdráp í USA  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina