Vox og Franklin

Tað er ikki á hvørjum degi at vit eru í Nesvík. Satt at siga hevur undirritaði bert verið har einaferð áður, og tað eru minst fimtan ár síðan, og hann var inni í gongini í tíggju minuttir. Men í dag var hann so har, hóast toppdystur var í Premier League, og tá skal nógv til.

Edmund Williamson ummælir:

Vit komu so nøkulunda á tíð, og tað gekk skjótt at finna pláss fyri bilinum, hóast tað var heldur skýmligt. So var bara at fylgja streyminum og vóna, at tey høvdu somu ørindi, tí har er ikki gjørt so nógv burturúr við skeltum og ljósi og tílíkum, sum kann lætta um hjá ókunnugfólki. Uppaftur verri var, tá vit skuldu avstað aftur, tí ilt var at síggja, hvar gangandi var millum mongu hyljarnar í myrkrinum. Gott er, vit komu upp á pláss og settust millum smílandi fólk, sum at síggja til fyltu tað mesta, so tvær fullsettar framførslur hjá einum kóri ein sunnudag í novembur við møtirøð í Havn, býarskáa og jólaríi í Runavík og hópin av øðrum tiltøkum ymsastaðni er væl klárað.

LES EISINI  Okkum tørvar hjálp í Leguhúsinum

Frá fyrstu løtu var eg hugtikin av orkestrinum, sum spældi so framúr væl. Rútmusektiónin var á bitanum allan vegin ígjøgnum, og hóast eg ikki eri sangari, fekk eg eina kenslu av, at hesir stuðlaðu so sera væl uppundir, meðan tey sungu.

Tað eru nøkur ár, síðan eg hoyrdi Vox fyrstu ferð, men eg minnist tað væl. Tey sungu í Skálabotni ein Fjarðafestival, og eg minnist, at eg hugsaði, at nú kom bara enn eitt streingjakór, og tílík eru ikki í høgum metum hjá mær. Men tey tóku meg á bóli. Eitt sera gott, vælklingandi kór, sum megnar bæði jass, musical og gospel, umframt siðbundnan kórsang, er ikki afturkastandi. Og tey hava góðan klang, skal eg heilsa og siga.

Í dag var tað so gospel og Kirk Franklin. Fyrr helt eg, at hesin Franklin bara var ein annar Andrae Crouch wannabe, tí nógvir av sangunum mintu um ella leiddu tankarnar tann vegin, men hetta er minkað ár undan ári. Á hesi konsertini sungu tey nýggjari sangir, og har hoyrist tað ikki so væl. Tað tykist, sum at Kirk Franklin hevur megnað at ment sín egna stíl og gjørt seg leysan av fyrimyndum, sum í dag bert eru íblástur uttan at vera binding. Kórið Vox og ikki minst kórleiðarin ella leiðandi sprellimaðurin, sagt í kærleika, eru full av orku og gleði, og hetta smittar. Megin í framførsluni eins og sveipar seg um teg og dregur teg við í harmoniska huglagið við røddunum, tónleikinum og krossinum, ið er súmbolið yvir allar sangirnar. Tað er so hugaligt at vera á konsert, og tað strálar út av pallinum, at hesi tíma væl og njóta at syngja fyri tær, hóast heldur drúgvar endurtøkur og sangur uppísaman viðhvørt, men hey, soleiðis eigur amerikanskt gospel at vera. Og tá so alt situr perfekt, og tú ert undirhildin í hálvanannan tíma, har krossurin og gudstrúgvin eru í miðdeplinum, restar lítið í, at tú fert uppfrá.

LES EISINI  Leguhúsið fingið tvey teppir afturat frá Kirstin

Eitt, sum eg hefti meg við, var, at kórið sang alt sum kór. Eingin solistur í eygsjón. Og tað bilti einki. Onkursvegna var tað deiligt og frítt og hóskandi, at so var. Eitt annað var, at alt varð sungið á enskum. Tú kanst sjálvandi siga, at tá tú syngur Franklin, og hann skrivar á enskum, so er tað náttúrligt, men kortini haldi eg, at tað hevði fingið meg heilt uppfrá, um sungið varð á móðurmálinum. Tað verður meira inniligt og viðkomandi, tá føroyingar syngja á føroyskum fyri føroyingum. Men ymist er tykkið.

Samanumtikið var hetta ein hugalig og nemandi uppliving, sum var tað vert eitt dossleitt sunnukvøld í novembur. Frá mær fær framførslan fimm av seks stjørnum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina