VSJ við nýggjum videolagi: God’s Work

Tað vóru ikki mong, sum kendust við navnið “VSJ”, tá tónleikabólkurin stóð á skránni til stórmøtini í Bylgjuni í Runavík í oktober í fjør. Men øgiliga nógv er broytt síðani tað kvøldið! Lívliga framførsla teirra við eyðkenda tekniska popptónleikinum vann mong (serliga) ung hjørtu, og síðani hava øll, ið fylgja eitt lítið sindur við nýggjum føroyskum tónleiki, lagt merki til fangandi og modernaðu popptónarnar, ið eru at hoyra nógva staðni.

Nýggjasta íkastið frá teimum er videolagið “God’s Work”, sum kom í seinastu viku. Umframt føstu manningina í VSJ – Villiam Soo Joensen (VSJ) av Toftum, Dávur á Reynatrøð, Fríði Bjarkhamar og Høgni Jógvansson, allir úr Leirvík – er Dania O. Tausen av Toftum gestasangari. Raclip hevur framleitt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina