Wild Life í Mykinesi

Fyrsta legan, sum Heimamissiónin skipar fyri í summar, er vælumtókta “Wild life” legan, og í ár verður legan í Mykinesi. Á leguni, sum verður frá 3. til 5. juni, verða ymsar spennandi avbjóðingar uttandura.
Ein spennandi og gevandi lega, har vit búleikast nógv úti í náttúruni. Í ár gongur leiðin til Mykinesar.  Her verða avbjóðingar, bæði í orði og verki, fyri kular tannáringar í 7. og 8. flokki.
Vit hoyra bíbliutímar um, hvussu Jesus møtir menniskjum uppi á fjallinum, niðri í fjøruni og við ánna, ja, allastaðni, har hann gekk. Tú kanst eisini møta Jesusi í okkara fríu náttúru saman við øðrum ungum.
Vit ganga vakrar og avbjóðandi túrar, har leguleiðari lærir okkum at taka góðar myndir av tí, vit síggja. Kappingar og bálhugni eru sjálvandi eisini á skránni. Eitt øðrvísi vikuskifti við nógvum og góðum innihaldi, har tú møtir nýggjum vinum.
Góðir gonguskógvar og heit klæði til tað føroyska veðurlagið eru ein treyt – og so ikki at gloyma eitt myndatól ella telefon við myndatóli.

Kom við!
Wild life legan hevur verið nú í nøkur ár. Fyrstu ferð var í 2012, tá legan var í Sjeyndum norðanfyri Tjørnuvík.  Árið eftir varð hon hildin við Leynavatn og í 2014 varð farið vestur í Vágar, har luttakararnir vóru bæði á Slættanesi og á Víkum.
Í fjør var eingin Wild life lega, men nú verður, sum nevnt, farið til Mykinesar.
Wild life legan verður frá 3. til 5. juni. Tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding, og freistin er 1. juni.
Kom við til Mykinesar!