Wild Life-legan útsett í tríggjar vikur

Vegna ivasama veðurforsøgn er Wild Life-legan, sum skuldi vera um vikuskiftið, útsett tríggjar vikur til 21.-23. juni. Hetta er ein øðrvísi lega fyri 7. og 8. flokk, sum gongur fyri seg úti í náttúruni. Hesaferð gongur leiðin til Dalar norðanfyri Vestmanna, har gist verður í eini fjallasmáttu, og øll legan, eisini bíbliutímar, tekur støði í tí. Tey, sum hava teknað seg, hava fingið beinleiðis boð um útsetingina og eru spurd, um tey koma við 21.-23. juni.

LES EISINI  Wild Life er nakað heilt serligt!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina