Wilson Goeda: Friður er ein møguleiki

– So hoyrir tú læknarnar, tú hevur álit á siga, at tú fert at doyggja uttan at finna tað, tú leitar eftir…
Tað var tað, læknarnir søgdu mær. Og eg hugsaði, at eg nú fór at doyggja við mínum bundni at rúsevni og rúsdrekka.
Tað var ein vælupplagdur Wilson Goeda, ið fríggjakvøldið byrjaði ungdómspáskastevnuna í Meinigheitshúsinum í Havn við einum sterkum vitnisburði um hann, ið doyði, so vit kundu verða sett í frælsi.

Við støði í Jesaja 53,4-6 talaði Wilson Goeda til øll tey, ið leita eftir svari upp á okkurt í lívi teirra.

-Vit leita eftir onkrum og brádliga enda vit í trupulleikum, og vit vilja ikki viðganga, at tað er tí, vit halda eina skeiva kós í okkara leiting.

Um tú velur tín egna veg, so ert tú farin burtur frá Gudi. Tú ert rýmdur. Og tá ikki bert frá Gudi, men eisini frá menniskjum, ið eru góð við teg. Tú hugsar, at tú ikki hevur tørv á Gudi og tað er tí, tú nú reikar runt og leitar.

-Men tíbetur er møguleiki fyri friði.  Av sárum hans fingu vit heilsubót, helt Wilson Goeda fram, meðan hann peikaði á stóðskíggjan, har man sá eina tekning av Jesusi á krossinum.
So friður ER ein møguleiki, staðfesti Wilson, áðrenn hann endaði taluna við at greiða frá, at Kristus hevði sett hann í frælsi. 

LES EISINI  Online sunnudagsskúli úr KFUM&K í Klaksvík

Komandi dagarnar heldur ungdómspáskastevnan fram, har Wilson Goeda kemur at siga meira um, hvussu hann varð settur í frælsi. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina