”Wonder Woman” spælir kristin póllendingur, sum bjargaði 2500 jødum
Gal Gadot, sum er kend fyri sín leiklut sum ”Wonder Woman”, hevur fingið leiklutin sum Irena Sendler, ein katólsk pólsk kvinna, sum bjargaði 2500 jødum undir seinna heimsbardaga.
Saman við hjúnafelaga sínum, Jaron Varsano, hevur ísraelska Gal Gadot stovnað filmsfelagið Pilot Wave. Í fyrsta filminum skal Gal Gadot spæla Irena Sendler, ein aktivistur, sum saman við øðrum ungum kvinnum smuglaði fleiri túsund jødisk børn úr Warszawa.
– Sum framleiðarar vilja vit fegin siga søgur, sum hava hugtikið okkum, segði Gal Gadot.
Hetjan Irena Sendler
Sambært CBN fór Irena Sendler, ílatin sum sjúkrarøktarfrøðingur, inn í jødisku ghettoina í Warszawa fyri at hjálpa jødiskum fangum. Tá henni gjørdist greitt, at børnini skuldu sendast í týningarlegur, byrjaði hon saman við øðrum at smugla tey út úr ghettoini, goymd í kistum, kuffertum, posum, sjúkrabilum, ja, enntá gjøgnum kloakkskipanina.
Tá børnini vóru komin út, lat Irena Sendler tey til kristin heim og nunnukleystur. Tá Gestapo fekk frænir av tí, sum fór fram, varð Irena Sendler fongslað og pínd, men hon avdúkaði ikki, hvar børnini vóru. Irena Sendler varð dømd til deyða, men slapp leys júst tann dagin, hon skuldi avrættast.
Staturin Ísrael gjørdi hana til heiðursborgara í 1991 og lýsti hana at vera ”Righteous Among the Nations” í 1965. Pólland heiðraði hana við gullkrossi og ”Order of the White Eagle”. Irena Sendler doyði í 2008, 98 ára gomul.
Handritið til filmin um pólsku hetjuna verður skrivað av Justine Juel Gillmer. Filmurin skal leikstjórnast av Stuart Hazeldine, sum hevur leikstjórnað The Shack (Smáttan). Warner Bros-filmurin verður framleiddur av Gal Gadot, hjúnafelaganum Varsano og Marc Platt.
Sjónleikarin Gal Gadot, sum nú er 34 ára gomul og mamma at tveimum gentum, hevur eins og aðrar ísraelskar kvinnur gjørt hertænastu í heimlandinum. Hon hevur fyrr virkað sum modell og var sum 18 ára gomul vald til Miss Ísrael.
Kelda: Udfordringen
Niðanfyri eru tvey filmsbrot: Eitt um brøgd hennara og ein samrøða við Irenu sjálva: