World Watch List nr. 2 – Afganistan

“Hvussu vit yvirliva dagliga, veit bert Guð. Hann hevur verður góður… men vit eru troytt av øllum deyðsføllunum.” – loyniligur trúgvandi í Afganistan.

Alment eru eingi lokal kristin í Afganistan. Kristindómur verður sæddur sum ein skaðilig vesturlendsk ávirkan, og kristin tilbiðjan og virksemi eru vandamikil. Trúgvandi seta teirra frælsi, teirra lívsgrundarlag, teirra familjur og teirra lív í vága fyri teirra trúgv.

Eitt loynt fólkaslag

Tað er ógjørligt at liva sum ein sjónligur kristin í Afganistan. At fara burturfrá islam er sætt sum vanæruligt, og umvend kristin verða noydd at rýma úr landinum ella vera dripin. Islamiski staturin og Taliban hava eina áhaldandi harðliga og máttmikla hjáveru í Afganistan og ráða yvir stór øki í landinum.

Kvinnur í Afganistan

Í 2021 seta vit fokus á forfylgd kristin. Tað gera vit millum annað við at týða World Watch listan, sum verður útgivin av felagsskapinum Open Doors. Á listanum fortelur Open Doors um tey 50 londini í heiminum, har kristin uppliva mestu forfylging.

Hvussu kunnu vit biða fyri Afganistan?

  • Bið fyri, at hóast teirra avbyrging, so mugu trúgvandi í Afganistan verða styrkt og upplívga í teirri trúgv.
  • Bið fyri, at trúgvandi mugu fáa atgongd til Guðs Orð og kunna samskifta við onnur kristin.
  • Bið fyri, at Guð má arbeiða í hjørtunum hjá islamiskum ekstremistum, og at tey mugu koma at kenna Jesu kærleika.

Julia Fonsdal Højgaard umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina