World Watch List – Nr. 4: Libya

’Eg eri vegurin og sannleikin og lívið’, segði hann við meg. Eftir hetta hvarv hann.’’
– “Anonymur”, ein trúgvandi, sum fann vegin til Jesus ígjøgnum ein dreym.’’

Libya hevur verið á gosið síðani borgarakríggið byrjaði í 2011. Lækkandi talið av lóg og boðum hevur loyvt skipaðum kriminaliteti fram, og tað hevur sett tey kristnu í eina veika støðu í samfelagnum. Islamiskir ekstremistar og aðrir bólkar taka og leypa á tey kristnu, uttan at hetta fær avleiðingar. Trúgvandi, sum alment geva teirra trúgv til kennar, og royna at deila trúnna við onnur, eru í vanda fyri fongsulsrevsing og álvarsligum harðskapi.

Jagstran í einum øðrvísi landi

Libya hevur ikki talu og trúðarfrælsi, og tað er næstan ógjørligt at fylgja Jesusi alment. At deila trúnna er ólógligt, og kristin fólk í Libya, sum hava eina muslimska bakrund, eru fyri ágangi og áhaldandi trýsti fyri at sleppa teirra trúgv. Hóast tað eru áleið 34.500 kristin í landinum, so er bert ein lítil partur av teimum Libyanar. Størsti parturin eru útisetar og ferðandi arbeiðsfólk.

LES EISINI  Soleiðis sær nýggjasti World Watch List út

Hvørji eru mest í vanda?

Dagliga møta kristin fólk í Libya hóttanum, um at tey verða rænd ella dripin av Islamiskum ekstremistum. Kristin, sum ferðast úr sub-Sahara Afrika eru eisini í vanda fyri at verða afturhildin í varðhaldi, har tey verða misbrúkt, pínd og kúgað av teimum, sum fremja ólógligan menniskjahandil. Uttan eitt stjórnarvald er tað sjálvdan rættvíst, tá ið kristin verða jagstrað. Konufólk fáa eisini sjálvdan viðhald, um tær verða seksuelt misbrúktar vegna teirra trúgv á Jesus.

Hvussu kunnu vit biðja fyri Libya?

Bið fyri teimum trúgvandi í Libya, sum eru undir stórum trýsti. Serliga teimum, sum eru handtikin fyri teirra trúgv. Bið fyri, at nýliga umvend koma í samband við onnur trúgvandi. Takka og rósa Guði fyri, at tey hava funnið Jesus. Bið fyri teimum leiðandi í Libya. Bið fyri, at tey framyvir koma at taka skilagóðar avgerðir fyri Libya.

Í 2021 seta vit fokus á forfylgd kristin. Tað gera vit millum annað við at týða World Watch listan, sum verður útgivin av felagsskapinum Open Doors. Á listanum fortelur Open Doors um tey 50 londini í heiminum, har kristin uppliva mestu forfylging.

LES EISINI  Norðurindia: Kirkjur verða stongdar og prestar afturhildnir

Eyðstein Zachariasen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina