World Watch List – Nr. 6: Eritrea
“Í fongslinum var eitt av mínum høvuðs endamálum at boða gleðiboðskapin,” – sigur Musse*, ein trúgvandi, fongslaður fyri sína trúgv.
Sundurskiljng í eritreansku kirkjuni
Kristin í Eritrea, sum hoyra til ein trúarbólk, ið ikki fylgir siðbundnu læruni verða bæði jagstrað og forfylgd av stjórnini og ortodoksu kirkjuni í Eritrea (EOC). Ortodoksa kirkjan er tann einasti kristni trúarbólkurin, sum er viðurkendur av stjórnini, og tó verður hon strangliga stýrd av makthavarunum. Myndugleikarnir hava eftirlit við telefonsamrøðum, kirkjuvirksemi og standa aftanfyri óteljandi álop á tey kristnu. Kristin, ið hava vent um frá islam verða ofta noktað atgongd til neyðugar tænastur frá tí almenna. Trúgvandi kunnu verða handtikin og fongslað uttan nakað rættarmál, og mong kristin verða hildin í ómenniskjansligum fongslum vegna teirra trúgv – og ofta vita familjur teirra ikki um tey framvegis eru á lívi ella ei.
Kvinnur í vanda
Ólíkt flestu londum, so eru kvinnurnar í Eritrea undirlagdar kravda hertænastu. Kristnar kvinnur, ið verða innkallaðar til hertænastu verða útsettar fyri kvinnukúgan og harðskapi. Ofta verða tær handtiknar og fongslaðar og uppliva ógvusligan harðskap frá fangavørðunum. Kristnar kvinnur uppliva likamligan ágang, tap av foreldramyndugleika og at verða tvingaðar til hjúnaskilnað – og móti hesum er lítil og ongin lóglig vernd.
Hvussu kunnu vit biðja fyri Eritrea?
- Bið fyri, at trúgvin hjá teimum staðbundnu kristnu má vaksa ígjøgnum hesa forfylging og neyð.
- Bið fyri, at kirkjurnar í Eritrea og kirkjuleiðararnir verða sameind í einleika og mega fáa vísdóm til at fara í samráðingar við stjórnina um trúarfrælsi.
- Bið Guð um at verja og troysta tey, sum sita í fongsli fyri sína trúgv og øll teirra, sum eftir sita.
Í 2021 seta vit fokus á forfylgd kristin. Tað gera vit millum annað við at týða World Watch listan, sum verður útgivin av felagsskapinum Open Doors. Á listanum fortelur Open Doors um tey 50 londini í heiminum, har kristin uppliva mestu forfylging.
Julia Fonsdal Højgaard umsetti
*Navnið er broytt av trygdarávum.